Drotningina eiga vit øll

10. juni 2016


Edmund Joensen, løgtingsmaður, skrivar áðrenn drotningavitjanina, sum byrjar sunnudagin 12. juni


Sjáldan hava so fá knarrað so nógv um nakað, sum als ikki nýtist at vera ein trupulleiki.

 

Positivt er tað, at KVF týskvøldið hevði kjak um vitjanir úr kongshúsinum. Eisini gott at hava prát um, hvussu vitjanirnar kunnu gerast meira áhugaverdar. Og tað er ordiliga gott, at humor er uppií.

 

Men tá ið knarr og illgitingar eru grundarlag undir kjakinum, og fáir kritiskir spurningar verða settir, fer orðaskiftið sjálvandi av sporinum.

 

Ongin endi var á knarrinum:

 

• Drotningin kemur higar av plikt – ikki av áhuga
• Hon er her fyri at kyrra sjálvstýrisrørsluna
• Skipanin er keðilig
• Skráin fyri vitjanina er keðilig
• Drotningin átti at komið til Føroya at lært seg at gera knettir

 

Álvaratos, nú mugu tit taka tykkum saman.

 

Tað er óseriøst út um alt mark at misbrúka public service-miðilin til møsn, illgitingar og knarr.

 

Mangan havi eg hitt drotningina á máli, og fá munnu vitja Føroyar og føroyingar við so ektaðum áhuga sum júst hon.

 

Hennara Hátygn kemur als ikki higar av politiskum orsøkum, tí kongshúsið er og hevur í nýggjari tíð altíð verið ópolitiskt, sjálvt um summi royna at politisera tey kongaligu.

 

GESTABLÍDNIÐ SUM BROYTTIST
Ígjøgnum allar tíðir hava føroyingar borið orð fyri at sýna gestum sínum hitt eyðkenda føroyska gestablídnið, og kongshúsið plagdi ikki at vera nakað undantak í so máta.

 

Seinnu árini hevur gestablídnið tó flutt seg í mun til kongshúsið.

 

Ikki er tað tí, at fólk og myndugleikar eru óblíð.

 

Nei, tað eru fjølmiðlar – tey sum í stóran mun seta dagsskránna – sum hava vent føroyska gestablídnið á ranguna.

 

Tak t.d. ætlaðu drotningavitjanina í fjør. Hana forpurraði KVF við undanførsluni um, at fólkatingsval skuldi vera.

 

Tak stóra hátíðarhaldið fyri drotningini, tá ið hon í 2012 hevði verið ríkisovasti – eisini í Føroyum – í 40 ár. Tað valdi KVF at boykotta.

 

Er tað virðiligt?

 

KONGALIG HEKSAJAKT
Tak eisini Sosialin, sum í oddagrein beint áðrenn drotningavitjanina í 2010 almannakunngjørdi, at frægast hevði verið við einum forseta, sum kann skiftast út. Hvør skal siga: fá onkran annan at vera ríkisovasta.

 

Er tað gestablídni?

 

Og er tað gestablídni, at sama partíavís – enntá áðrenn drotningavitjanin endaði – setti á forsíðuna spurningin, um løgmaður eigur at brúka pengar uppá at bjóða drotningini ein døgurða?

 

Vorði sum blíðskapur og smáligheit.

 

Fyri ikki at nevna heksajaktina, sum Tjóðveldisflokkurin og KVF í felag stóðu fyri í 2005, tí at Høgni Hoydal fekk ilt í afturpartin av einari púra neutralari røðu hjá drotningini í Norðurlandahúsinum.

 

Var tað seriøst?

 

Øll skilja, at gestir, sum fáa hetta slagið av blíðskapi at kenna, hugsa sítt.

 

Kortini koma tey úr kongshúsinum higar at vitja, tí tey hava ektaðan áhuga fyri oyggjunum, fólkinum, menning, lívi og trivnaði her heima.

 

VINNUHÚSIÐ MÁ VERA AKTIVT
Í KVF var eisini havt á lofti, at føroyskar fyritøkur og Vinnuhúsið hava ikki neyðuga vitan og fáa ikki boð um, at tey eru vælkomin við á framtaksferðir, har ið kongshúsið er á odda fyri at lata upp dyr, ið annars eru stongdar fyri vinnufyritøkum.

 

Hetta undrar almikið.

 

Hví skal Vinnuhúsið sita hendur í favn og bíða, til onkur annar kemur í tankar um tey?

 

Hví ikki seta seg í samband við Dansk Industri, sum sera ofta skipar fyri framtaksferðum, har ið kongshúsið er spjótsoddur?

 

Útflutningsráðið undir Uttanríkisráðnum í Keypmannahavn er uppi í sama ella líknandi virksemi.

 

Kenni eg tey rætt, standa tey við opnum ørmum, um føroyingar venda sær tann vegin.

 

Tað ræður um at vera aktivur sjálvur.

 

At so fullveldisfólkatingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum nú brúkar henda einfalda spurning politiskt, er rein opportunisma.

 

GESTABLÍDNI FRAM UM POLITIKK
Drotningin kemur á vitjan í Føroyum sunnudagin, og ongin ivast í, at føroyingar – sum siður er – taka væl ímóti henni og fylgi hennara við væl kenda føroyska gestablídninum.

 

Tað hevði eisini sømt seg, at fjølmiðlar sum KVF og Sosialurin – um ikki annað – duga sær hógv og vanligan fólkaskikk.

 

Hennara Hátygn, Margretha II., er eisini okkara drotning og harumframt ein ópolitiskur almennur gestur, og líka mikið hvat, ið vit annars halda um kongshúsið, ella hvønn politiskan lit vit hava, so er umráðandi, at føroyskt gestablídni er í hásæti.

 

Góða drotningavitjan!

 

Edmund Joensen
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur