Samanhald ella sjálvtilstrekkiligheit?

13. juni 2016


Orlando í Florida er nýggjasta offrið fyri óhugnaligan, víðgongdan yvirgang


Yvirgangur skolar eisini eystaneftir inn yvir Europa. Gamalt fyribrigdi men tað nýggja er, at yvirgangsfólk fyri størsta partin og við beráddum huga søkja at "bleytum málum" og taka ósek lív.

 

Aðalmálið er at skapa ræðslu og krypla demokratiskar meginreglur.

 

Í skugganum av hesum kunnu vit staðfesta, at yvirgangur ikki hevur rakt Føroyar. 

 

Vit eiga at vera heimsborgarar og standa saman við fraklendingum, bretum, belgiarum, dønum, amerikanarum, kanadiarum og øðrum tjóðum, sum kenna sviðan av víðgongdum kreftum.

 

Tað er nú, at samanhald tvørtur um landamørk skal standa sína roynd.

 

Av tí sama er politiska sjálvtilstrekkiligheitin, sum í hesum døgum hóttir við at avbyrgja okkara land her úti í Atlantshavi, púra burturvið

Vitja her:

Edmund Joensen á Facebook

Heimasíðan hjá Edmundi Joensen

 


RN


Aftur