Dyggur smeitur fyri Klaksvíkar Sjúkrahús

29. juni 2016



Um tilmælið “Menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið”,  verður fylgt óbroytt, verður tað ein dyggur smeitur fyri Klaksvíkar Sjúkrahús og Norðoyggjar.

 

Ein felags leiðsla og ongar akuttar viðgerðir

Mælt verður til, at leiðslan á Klaksvíkar Sjúkrahúsið skal flytast til Havnar á Landssjúkrahúsið, har ein felags leiðsla skal skipast fyri øll trý sjúkrahúsini.

Somuleiðis verður mælt til, at ongar akuttar viðgerðir av týdningi, skulu gerast í Klaksvík.

 

Verða hesi tilmæli fylgd, soleiðis sum landsstýriskvinnan í heilsumálum, Sirið Stenberg leggur upp til, verður tað ein dyggur smeitur fyri Klaksvíkar Sjúkrahús,  Norðoyggjar og alt norðurøkið í landinum.

 

Klaksvíkar Sjúkrahús verður tá ikki at rokna sum sjúkrahús longur. Tí eitt sjúkrahús uttan leiðslu á staðnum og uttan akuttar viðgerðir, er ikki sjúkrahús.

 

Planlagdar viðgerðir og endurvenjing bjarga ikki støðuni

Hóast skilagóð tilmæli um fleiri planlagdar og einklar skurðviðgerðir og styrkta endurvenjingin í Klaksvík, so bjargar tað ikki vandastøðuni, sum er íkomin.

 

Klaksvíkar sjúkrahús missir nógv meir fyri minni, um allar avgerðir í framtíðini skulu takast í Havn – og um eingin akutt móttøka av týdningin verður á staðnum.

 

Heldur ikki skilagóðu tilmælini um  tilgongd av serlæknum og fleiri heilsuútbúgvingum í Føroyum fara at bjarga smærru sjúkrahúsunum, um leiðslan verður avsøgd og akutta virksemið lagt í dvala.

 

Klaksvíkar Sjúkrahús vælvirkandi

Klaksvíkar sjúkrahús hevur verið eitt vælvirkandi sjúkrahús, hóast mangan truplar umstøður. Tað prógva m.a. nøgdsemiskanningar millum sjúklingar, ið hava verið sera jaligar.

 

Tí ræður um ikki at bróta niður tað, ið virkar, men heldur byggja á grundvøllin, sum er í Klaksvík.

 

Betur samskipan

Verður hugt yvirskipað eftir sjúkrahúsverkinum í Føroyum, so er brúk fyri  hvørjum króki á teimum trimum sjúkrahúsunum, har starvsfólkini, hvør í sínum lag gera eitt megnar arbeiði.

 

Men hóast tað, er brúk fyri at orkan á sjúkrahúsunum verður samskipað og gagnnýtt betur, og at sjúklingurin verður settur í miðdepilin.

 

Hesin setningur kann bert røkkast við leiðslu á staðnum, og at henni verður álagt at samstarva við hini sjúkrahúsini um greitt ásettar uppgávur.

 

Avgerð má tí m.a. takst um, hvørjar sergreinar skulu verða á hvørjum sjúkrahúsi, hvørjar planlagdar skurðviðgerðir skulu gerast hvar, hvussu endurvenjingin skal skipast og hvussu óneyðugir bíðilistar kunnu fáast burtur.

 

Alt hetta ber væl til at gera, uttan at gera seg inn á smærru sjúkrahúsini. Ikki minst talgilda heilsuskipanin kann, um hon verður rætt nýtt, vera gott og grundleggjandi amboð í samskipanararbeiðnum.

 

Stinga fingurin í jørðina

Landsstýriskvinnan hevur boðað frá, at aðalorðaskifti verður í Løgtinginum um tilmælini í Menningarætlanini fyri sjúkarhúsverkið, áðrenn tey verða sett í verk.

 

Vónandi fer landsstýriskvinnan í fyrireikingunum til aðalorðaskiftið, og undir viðgerðini, sum verður í Løgtinginum, at stinga fingurin í jørðina, so smærru sjúkrahúsini ikki verða koblaði av, - men saman við Landsjúkrahúsinum koma styrkt burturúr støðuni.

 

Bjørn Kalsø

Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur