Løgmaður rennur undan

8. august 2016


Um føroyingar á fólkaatkvøðu skulu taka støðu til eina nýggja grundlóg, má formaður Javnaðarfloksins koma fram og erliga siga føroyingum, um hann ætlar, at henda Tjóðveldisgrundlógin skal vera innan fyri ella uttan fyri ríkisins grundlóg – annars er onki at fara á fólkaatkvøðu til


Summir fjølmiðlar í Føroyum eru opinlýst í parti við 14. september-samgonguni, og tí frætta fólk lítið um týðandi mál, og hvat ið politisku flokkarnir ætla við málunum.

 

Andstøðan verður ”redaktionelt” frávald.

 

Tí mugu tey, sum ikki eru í krithúsinum hjá ávísum fjølmiðlum, greiða frá týðandi málum í lesarabrøvum og á sosialum miðlum. Har er ein alternativur kjansur at koma til orðanna.

 

Rennur undan

Í Løgtinginum hevur ólavsøkurøða løgmans verið til viðgerðar í tveir dagar. Eitt avgerandi mál er, at 14. september-samgongan við javnaðarløgmanni á odda ætlar at senda grundlógina hjá Tjóðveldi til fólkaatkvøðu.

 

Samgonguleiðarin ikki vil vera erligur í málinum um Tjóðveldisgrundlógina, og tað er at lítisvirða føroyska veljaran.

 

Í røðuni ólavsøkudag segði hann, at nú skal Tjóðveldisgrundlógin standa sína roynd. Men hann vil ikki siga føroyingum, um hann ætlar, at grundlógin skal standa omanfyri ella niðanfyri okkara felags ríkisgrundlóg.

 

Aftur og aftur er Aksel V. Johannesen biðin um at svara hesum púra náttúrliga og neyðuga spurningi, men hann rennur undan.

 

Øll vita, hvat hendir, um grundlógin hjá Tjóðveldinum fer út um Ríkisgrundlógina. Tá verða Føroyar loystar úr Ríkisfelagsskapinum við øllum teimum avleiðingum, sum tað hevur fyri land og fólk.

 

Hetta er ikki tað, sum føroyingar vilja.

 

Vt vóru fleiri, ið meintu, at Javnaðarflokkurin heldur ikki vildi loysingina. Men sum kunnugt hevur Javnaðarflokkurin kastað saman við víðgongdum fullveldisflokkum eftir valið, hóast flokkurin fór til val sum samríkisflokkur.

 

Hálar í neyðbremsu

Í KVF herfyri hálaði javnaðarformaðurin í politisku neyðbremsuna. Tá segði hann brádliga, at Tjóðveldisgrundlógin og Ríkisgrundlógin skulu standa lið um lið.

 

Hann vísti á USA og Týskland sum fordømir, men hann gloymdi – tilvitað – at greiða frá, at bæði USA og Týskland eru samveldisríkir.

 

Tí mugu vit spyrja: ætlar Javnaðarflokkurin at skipa Føroyar í eitt samveldisríki?

 

Ella hvat er tað, Javnaðarflokkurin vil saman við Tjóðveldinum?

 

Sterkur føroyskur samleiki

Mitt í fullveldis-forvirrinum er leiðarin í 14. september-samgonguni farin at kalla grundlógina hjá Tjóðveldinum eitt ”samleikaskjal”.

 

Rennandi javnaðarformaðurin er runnin út, har ið hann ikki grynnur, tí í Løgtinginum sigur hann seg vilja hava føroyingar á fólkaatkvøðu til at samtykkja, at vit hava rætt til at ganga í haganum og at fara á flot!

 

Álvaratos – er einki mark fyri niðurgeringini av føroyingum?

 

Fáar tjóðir í heiminum hava sterkari samleika enn føroyingar. Her er ikki brúk fyri samleikaskjølum ella at staðfesta, at Føroyar eru føroyskar. Og sjálvsavgerðarrætturin fær heldur ikki ligið aðrastaðni enn her heima hjá okkum.

 

Nær steðgar villeiðingin av okkara fólki?

 

Sig nú satt Aksel

Tað er eitt samfelt ynski – fyri ikki at siga krav – frá føroyskum veljarum at fáa púra greitt at vita, um tjóðveldisgrundlógin skal vera innanfyri ella uttanfyri ríkisgrundlógina.

 

Fólk mugu vita, um tey skulu fyrireika seg til avleiðingarnar av loysing, ella um talan meira er um at dagføra føroysku stýrisskipanina innan fyri ríkisgrundlógina.

 

Aksel má steðga á og geva fólki sannleikan, áðrenn hann rennur víðari.

 

Loysingin skal nevniliga ikki sníkjast inn gjøgnum bakdyrnar.

 

Og føroyingar skulu ikki missa ríkisborgararættindi á eini fólkaatkvøðu, sum snýr seg um nakað heilt annað og álvarsligari enn rættin til at ganga í haganum ella fara á flot.

 

Edmund Joensen

Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur