Nógvar kaskettir á éinum høvdi

22. august 2016


Vónandi fer veljarin á komandi kommunuvalinum at steðga óskikkinum við dupultmandatum


Landspolitikarar stilla upp til kommunuval - dupultmandatar

Kommunuval stendur fyri framman 8. november og vit síggja, hvør stillar upp í ymsu kommunum og flokkunum.

 

Vit síggja eisini, at tað eru fleiri landspolitikarar, sum velja at stilla upp og vilja fáa ávirkan í kommunalpolitikki.

 

Hetta fyribrigdið, bæði at verða lands- og kommunalpolitikari, kallast at verða dupultmandatur.

 

Grundgevingar

Vanligu grundgevingarnar hjá einum landspolitikara at verða bæði í lands- og kommunalpolitikki eru m.a., at sum landspolitikari, so kemur tú tættari at borgarunum (altso bara í tínum øki) og fær eina betri føling við, hvat rørir seg og hvat tørvur borgarar og vinna hava.

 

Hetta innlit og vitan um kommunal og lokal viðurskifti skal brúkast til at føra ein betri landspolitikk, sum tænir øllum borgarunum og vinnuni í Føroyum.

 

Nakrir løgtingslimir grundgeva víðari við enntá at siga, at kommunala arbeiðið ikki er annað enn eitt frítíðararbeiði ella vinstrahondsarbeiði hjá býráðslimum. Hetta kann virka rættuliga respektleyst yvirfyri borgarunum, tá hugsað verður um t.d. allar tær nógvu milliónirnar, sum bý- og bygdaráðini umsita.

 

Tað verða brúktar allar hugsandi grundgevingar fyri at verja hetta við at verða dupultmandatur, og tá grundgevingarnar ikki eru serliga sannførandi, so er spurningurin um tað einans er fyri at tjena nakrar krónur eyka. Men tað loyvi eg mær ikki at halda, tí lønin ella samsýningin er ikki serliga stór fyri bý- og bygdaráðslimir.

 

Ella hava okkara landspolitkkarar bara ov lítið at takast við og tilføra í landspolitikki, og tí eisini kommunalpolitikkur. Ella er tað eitt tekin um grammleika eftir valdi - sagt verður: Magt bliver aldrig mæt.

 

Dupultmandat - ein fløkja av áhugamálum

Spurningurin er um skipanin við dupultmandatum í praksis er góð fyri okkara fólkaræði, og effektivitetin og produktivitetin í politisku skipanini.

 

Í øllum skipanum, har tú ikki hevur eitt greitt uppgávu-, ábyrgdar- og heimildarbýtið íkoma interessukonfliktir, og effektiviteturin og produktiviteturin minkar munandi.

 

Júst hesar interessukonfliktir eru vanligar í Løgtinginum í dag og fara bara at gerast enn meira umfatandi við fleiri dupultmandatum, og tey lokalu áhugamálini fara beinleiðis at blokera fyri at føra landspolitikk.

 

Royndirnar vísa m.a., at tað eru innbygdar ein røð av interessukonfliktum, har lokal og landsins áhugamál koma í konflikt við hvørt annað, og har t.d. landspolitikarin heldur velur at raðfesta lokalt, tí tað er lættari at fjala seg fyri øllum í landinum enn teimum lokalu.

 

Og fyri nakrar landspolitikarar eru enn lokalu atkvøðurnar til Løgtingið avgerandi, so tí raðfesta nógv lokalt.

 

Avleiðingin fyri politisku skipanina

Tá sami persónur og fleiri við honum ganga aftur í ymiskum funktiónum, sum hava sínar ymisku uppgávur og ábyrgd at røkja, hevur tað við sær, at raksturin verður fyltur við ivamálum, avtalum undir borðinum, lóggáva bara til ávís endamál, klikudannilsi og seinkandi mannagongdum.

 

Spurningurin hjá dupultmandatum verður tí - hvørja ferð ávís mál skulu viðgerast í Løgtinginum ella bý- ella bygdaráðnum, og mál, sum ávirka bæði land og kommunur - hvørja kaskett skal ein nú hava á ella skifta til, ella noyðist viðkomandi at hava fleiri kaskettir á høvdinum?

 

Harafturat er spurningurin um ein yvirhøvur hevur tíð til kvalifiserað at røkja fleiri størv samstundis, herundur fyrireika seg, fylgja við nógvu málunum, møta til fundir, koma við hugskotum o.a. - tað krevur so góðan kalendaragymnastikk. Eg ivist stórliga um ein kann verða til staðar líka nógv í einum býráð og í Løgtinginum, og seta seg inn í umfatandi og kompiliserað mál.

 

Aðrar óhepnar avleiðingar eru t.d., tá tað beinleiðis verður hótt við at steðga einum samgongusamstarvi í Løg­tinginum, um so er, at eitt mál í einari kommunu ikki verður viðgjørt eftir ynskjunum ella kravinum frá tí einstøku kommuni. Í einari lítlum landi sum okkara við nógvum smáum kommunum, verður nógv lættari og skjótari at fara út av kós við fleiri dupultmandatum.

 

Hetta við dupultmandatum bendir tí greitt á, at nakrar arbeiðsuppgávur verða misrøktar, og tí er tað ikki í lagi, hvørki út frá einum demokratiskum ella moralskum sjónarmiði. Tí verður hetta evnið eisini umrøtt nógv í okkara grannalondum.

 

Vansarnir við at verða í báðum støðum, eru eftir øllum at døma, nógv størri enn teir fyrimunir, sum víst verður á.

 

Veljarin upp í leikin

Higartil hava flestu av teimum landspolitikarunum, sum ætla at stilla upp í kommunalpolitikki, onki ítøkiligt boð uppá nøkur mennandi politisk mál ella hvussu stýrast skal øðrvísi ella betri í kommununum. Vit hava heldur landspolitikkarar, sum sleingja um seg við høpisleysum tølum og upplýsingum um kommunal viðurskifti. Minstakravið má verða at hava fakta upp á pláss, hetta fyri at verða tikin í álvara sum politikari.

 

Eftir galdandi lóg og reglum er onki í vegin fyri at virka sum dupultmandatur ella virka bæði í Løgtinginum og einum bý- ella bygdaráði.

 

Tí áseta nakrir politiskir flokkar sjálvir reglur um, hvat skal verða galdandi siðvenja og mannagongd um dupultmandatar, meðan aðrir flokkar ongar reglur áseta, men siga bara, at tað er upp til veljaran at gera av. Mær vitandi hava ongir av føroysku flokkunum ásett reglur ella avmarkingar fyri, at ein politikari kann virka sum dupultmandatur.

 

Tað er her, at okkara fólkaræðið veruliga kann gera seg galdandi.

 

Vóni, at veljarin sær, hvønn veg tað ber og á komandi kommunuvalinum steðgar hesum óskikki við dupultmandatum.

 

Annfinn Brekkstein

Býráðslimur í Tórshavnar Kommunu fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur