Beate L. Samuelsen stillar upp fyri Sambandsflokkin

31. august 2016


Kent kvinnuligt valevnið fyri Sambandsflokkin


Ein teirra, sum uppstillað er á lista B, listanum hjá veljarafelag Sambandsfloksins í Suðurstreymoy, Føroya Væl, til komandi býráðsval, er Beate L. Samuelsen.

 

Hon er ikki ókend innan politikk og hevur umboðað Sambandsflokkin í Tórshavnar Býráð tvey fylgjandi valskeið. Fyrst frá 1. januar 2001 til 31. december 2004, og síðani aftur frá 1. januar 2005 til 31. desember 2008.

 

Fyrsta valskeiðið var hon forkvinna í Sosialu nevnd. Áðrenn hon fór upp í býráðspolitikk, var hon nevndarlimur í Barnavernd Tórshavnar Kommunu í 16 ár, harav átta ár sum forkvinna.

 

Beate L.Samuelsen er fyrsti kvinnuligi journalisturin í Føroyum við útbúgving á Danmarks Journalisthøjskole í Århus.

 

Umframt at hava arbeitt sum journalistur á Dimmalætting,  hevur hon verið ábyrgdarblaðstjóri á blaðnum í fleiri ár.

 

Eftir at hava rokkið pensiónsaldur, er hon nú blaðstjóri og journalistur á Færøernes Turistblad.

 

Eitt av hjartamálunum hjá Beate er sosiala økið í Tórshavnar Kommunu og herundir eldraøkið, sum er ein partur av gerandislívi okkara. Ikki bara tá tað kemur til stovnar, ætlað okkara eldru, men eisini tá tað kemur til at hjálpa teimum, sum á ellisárum helst vilja búgva heima sum longst.  


RN


Aftur