Sethúsaprísir í Tórshavn skulu niður

1. september 2016


Er tað rætt og rímiligt, at familjur við vanligum inntøkum neyvan hava ráð at búgva í høvuðsstaðnum?


Tað gongur væl í Føroyum. Hjólini mala og arbeiði er til flest allar hendur.

 

Tó kann vælstandur hava vansar við sær.

 

Seinnu árini eru sethúsprísir um alt landið ógvusligani øktir, og serliga í Tórshavn er støðan nú soleiðis, at ein familja við vanligari inntøku valla hevur ráð at keypa sær bústað.

 

Neyðug kommunal átøk

Eftirspurningurin er væl størri enn útboðið, og uppgávuna at tálma hesum, eigur kommunan at taka á seg. Átøk mugu tí gerast fyri at fáa sethúsaprísirnar niður á eitt støði har vanligi borgarin hevur møguleika at vera við.

 

Alternativið er, at kommunan missir barnafamiljurnar til útlandið ella hagar treytirnar fyri at búleikast eru fíggjarliga lagaligari. Lækka sethúsaprísirnir í kommununi ikki, gerst úrslitið helst, at tilflytingin av barnafamiljum minkar, og miðalaldurin á havnarborgarum bara økist.

 

Skal ein kommuna verða í áhaldandi menning, er tørvur á yngri ættarliðum og borgarum í burðardyggum aldri.


Ymisk grundstykkir til ávísa tørvin

Ein háttur at tálma sethúsaprísunum er, at útstykkja og gera byggiklár grundstykkir í mongum sum veruliga munar, vísandi til eftirspurningin.

 

Grundarlagið undir føroysku familjuni er heimið, og av tí, at veðurlagið í Føroyum ber í sær, at ein stórur partur av lívinum gongur fyri seg innandura, er alneyðugt at kommunan kann viðvirka til, at borgarar, sum ynskja at set búgv í Tórshavnar Kommunu, fáa uppfylt teirra tørv fyri, hvussu tey vilja búleikast.

 

Tað inniber, at grundstykkir mugu verða ymisk á stødd, og at útstykkjast skal ymsastaðni í Havn og í kommununi sum heild, so vælmøguleikar eru fyri teimum kørmunum ein familja ynskir sær.

 

Ein náttúrlig avleiðing av, at fleiri grundstykkir verða tøk er, at sethúsaprísir fara niður, tí eftirspurningurin eftir at keypa hús vil minka.

 

Hetta vil eg fegin arbeiða fyri, um eg verði vald í Tórshavnar Býráð.

 

Havnin skal eisini hava pláss fyri familjum við heilt vanligum inntøkum.

 

Katrin Joensen

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Aftur