
Jens Knudsen stillar upp fyri Sambandsflokkin
2. september 2016
Nýtt valevni fyri Sambandsflokkin
Jens Knudsen stillar upp fyri Sambandsflokkin til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu.
Hann er 53 ár. Føddur og uppvaksin í vesturbýnum í Havn.
Útbúgvin frá Det fynske Musikkonservatorium í Odense.
Jens hevur sitið í ymsum nevndum í lestrartíðini, millum annað sum nevndarlimur í Danehofgarden í Nyborg í 2 ár. Eitt skiftið var hann tónleikalærari í Rudkøbing Musikskole, har hann eisini kom í musikkskúlanevndina sum læraraumboð.
Flutti heim aftur á klettarnar í 2001 til eitt fulltíðarstarv sum tónleikalærari. Í tíðarskeiðnum 2002-2006 var hann leiðari fyri Suðuroyar Musikkskúla
Í 2010 varð hann valdur í nevndina í Musikklærarafelag Føroya, fyrstu 4 árini sum skrivari og síðstu 2 árini sum kassameistari.
Umframt at verða nevndarlimur í MLF situr hann í samstarvsnevnd Føroya Symfoniorkesturs. Frá 2007 til 2016 hevur hann stjórnað harmoniorkestrinum GHM.
Eitt av teimum politisku málum, sum Jens brennir fyri, er mentanarøkið í Tórshavnar Kommunu, serliga Tórshavnar Musikkskúli og Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli.
RN
Aftur