Annfinn Brekkstein stillar upp fyri Sambandsflokkin

5. september 2016


Kent andlit í býráðspolitikki stillar upp aftur fyri Sambandsflokkin


Annfinn Brekkstein stillar upp fyri Sambandsflokkin til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu.

 

Hann er 56 ár. Bankaútbúgving og skrivstovuútbúgving. 

 

Annfinn hevur umboðað Sambandsflokkin í býráðnum í Tórshavnar Kommunu seinastu tvey samgonguskeiðini.

 

Hann hevur nógv politisk mál og verkætlanir, sum hann brennir fyri at fáa loyst. Ovastu raðfesting til kommunuvalið hesaferð er vælferð og trivnaður fyri allar aldursbólkar, serliga uppraðfesting av eldraøkinum við nýggjum búmøguleikum til okkara eldri borgarar. Onnur mál eru at arbeiða fyri lægri kommunuskattaprosenti og fleiri útstykkingar í Havn og allari kommununi.  

 

Við teimum politisku royndum og førleikum, sum Annfinn hevur ognað sær í býráðspolitikki, vil hann framhaldandi verða við til at menna Tórshavnar Kommunu.


RN


Aftur