Fundarborð og fíggjarligt skynsemi

6. september 2016


Tíðin komin aftur at skapa álit á býráðsarbeiðið í Tórshavnar Kommunu


Ein grundregla í kommunurætti er, at ein kommuna skal virka fíggjarliga ráðiligt.

 

Ein onnur, at hon ikki hevur loyvið at ríka seg upp, men at peningurin skal út aftur til skattaborgaran.

 

Ein kommuna skal sostatt "mala runt", - hvørki meir ella minni.

 

Tá ein kommuna hevur ráð at keypa eitt fundarborð fyri 365.000 kr., er tað at meta sum oyðsl, eins og tað týðir uppá, at kommunan liggur inni við ov nógvum peningi, sum av røttum átti at verið sendur út aftur til skattaborgaran, so ella so.

 

Famøsa borðið er helst fíggjað av einhvørjari konto hjá umsitingini, og hevur tí ongantíð verið ein politisk avgerð hjá kommunustýrinum.

 

Tað frítekur tó ikki umsitingina, við borgarstjóranum á odda, at virka fíggjarliga ráðiliga.

 

Tó er vantandi atlit til umstøðurnar neyvan óvanligt, tá persónar onkursvegna gerast størri enn tey, sum teir umboða, - í hesum føri borgaran í Tórshavnar Kommunu.

 

Kommunuval verður tann 8. november.

 

Valið er títt.

 

Katrin Joensen

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Aftur