Eigil Olsen stillar upp fyri Sambandsflokkin

6. september 2016


Nýtt valevnið stillar upp fyri Sambandsflokkin


Eigil Olsen stillar upp fyri Sambandsflokkin til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu.

 

Hann er 41 ára gamal. Útbúgvin bilmekanikari og sløkkiliðsmaður.

 

Eigil er nokk best kendur sum hýruvognsførari hjá Auto, eitt starv, sum hann hevur havt meira og minni í 16 ár.

 

Hann starvast til dagligt sum sýnsmaður fyri Trygd og koyrir hýruvogn hjá Auto.

 

Eigil heldur, at tey mest átrokandi politisku málini, sum Tórshavnar Kommuna hevur, eru uttan iva bústaðarmøguleikarnir, og ikki minst, at teir eldru borgararnir fáa enn betri sømdir. Hetta eru tvey av hansara hjartamálum, sum liggja honum næst.


RN


Aftur