Pengarnar aftur til fólkið - skatturin niður

6. september 2016


Góða búskaparstøðan gevur pláss fyri skattalætta til borgarar í Tórshavnar Kommunu


Tórshavnar Kommuna eigur at seta kommunuskattaprosentið niður við 0,5 prosentum næsta ár. Góða búskaparliga støðan í kommununi loyvir tí.

 

Framskrivingar vísa, at í 2017 fær Tórshavnar Kommuna eina rímuliga stóra meirinntøku, og tað er ein orsøk til, at ein 0,5 prosents skattalætti eigur at verða latin.

 

Kommunan eigur ikki at uppsamla gjaldføri ella pening, sum eins væl kann liggja hjá skattaborgaranum. Vandin við høga kommunuskattatrýstinum og upphópan av pengum er ovurnýtsla og vantandi planlegging av virkseminum, t.e. rakstur og íløgur. 

 

At seta kommunuskattaprosentið niður við 0,5% er fíggjarliga forsvarligt, og vit hava ongar trupulleikar við at fíggja skattalættan, sum kemur at kosta umleið 15 mió. kr. í lægri skattainntøkum. Tað er bara ein spurningur um politiskan vilja og øðrvísi raðfestingar. Hetta merkir, at ein partur av meirinntøkunum umframt umraðfestingar eisini eiga at koma eldru borgarunum til góðar.

 

Ein skattalætti vil, soleiðis sum hesin kann fíggjast, ikki ávirka okkara kjarnuvælferðartænastur í kommununi.

 

Ein skattalætti fer at gera góðan mun í privatu húsarhaldunum og vil eisini stimbra vinnuliga virksemið í kommununi.

 

Sum valevni til komandi kommunuval, fari eg at arbeiða málrættað fyri at fáa skattaprosentið niður í fíggjarætlanini fyri 2017 í Tórshavnar Kommunu.

 

Pengarnar aftur til fólkið.

 

Annfinn Brekkstein

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Aftur