Fólkaskúlin – nú blunka ávaringarlampurnar

9. september 2016


Fólkaskúlin er í vanda fyri afturstigi - landsstýriskvinnan í útbúgvingarmálum má handla


Fólkaskúlin

Fólkaskúlin er ein av meginsúlunum undir føroyska samfelagnum. Í fólkaskúlan koma vit sum 6-7 ára gomul á fyrsta sinni, og hava vit í dag skúlaskyldu sambær lóg í 9 ár.

 

Øll eru vit góð við fólkaskúlan og ynskja honum alt tað besta, og  føroyski fólkaskúlin er ein góður skúli - eingin ivi um tað.

 

Tá tað er sagt, so eiga vit ikki at vera blind fyri, at tað eru viðurskifti í fólkaskúlanum, sum eiga at tillagast og dagførast og eisini onkur viðurskifti, sum eiga at broytast.

 

Allar skipanir eiga við jøvnum millumbilum at endurskoðast - soleiðis er eisini við fólkaskúlanum.

 

Nýggja skúlaárið

Eitt nýtt skúlaár er byrjað fyri stuttum. Næmingar, foreldur og lærarar síggja fram til eitt gott, mennandi og læruríkt ár, har hvør einstakur næmingur dagliga fær slíkar avbjóðingar, at hann mennist bæði fakliga og sosialt. Soleiðis eigur tað at vera, og tað er tað fólkaskúlalógin sigur.

 

Kommunurnar hava ábyrgd av, at skúlabygningarnir og alt tað, sum hevur við undirvísingartilfarið og undirvísingaramboðini livir upp til krøvini, sum sett verða í dagsins samfelagi.

 

Mín fatan er, at flestu kommunur liva væl upp til hesa ábyrgd.

 

Landsmyndugleikin hevur ábyrgdina av øllum øðrum viðurskiftum, sum eru innan skúlans gátt.

 

Trupulleikar og avbjóðingar nú skúlaárið byrjar

Nú nýggja skúlaárið er byrjað, so gera lærarar, skúlaleiðslur og foreldur vart við, at umstøðurnar í føroyska fólkaskúlanum als ikki eru nøktandi og álvarsligar útsagnir um støðuna í fólkaskúlanum eru at hoyra í fjølmiðlunum, bæði í talu og skrift.

 

Dømi um umtalu:

- Fólkaskúlin er eitt trotabúgv

- Strongd millum lærarar

- Enn eitt spariátak frá Mentamálaráðnum

- Ongantíð upplivað slíka ørkymlan millum lærarar sum beint nú

- 25 ár í skúlaleiðslu og er hetta truplasta árið at fáa alt at hanga saman

 

Hetta boðar ikki frá góðum.

 

Lærarar og skúlaleiðslur eru við at hokna undir arbeiðstrýstinum og arbeiðsumstøðunum.

 

Tá starvsfólkini í fólkaskúlanum eru við at hokna og kanska hava hug at kasta frá sær, so er tað eyðsæð, at hetta kemur at ganga út yvir dygdina í arbeiðnum og undirvísingini. Og tá tað hendir, so eru tað næmingarnir – Føroya framtíð -  sum verða við sviðið soð, og tað er ein vanlukka og má ikki henda og eigur heldur ikki at góðtakast.

 

Hvat ger landsstýriskvinnan?

Men einki frættist úr Mentamálaráðnum hesum viðvíkjandi, og tað undrar meg.

 

Eg siti við spurningum sum:

 

- Verða álvarsomu útsagnirnar tiknar fyri fult?

- Hvat ætlar landsstýriskvinnan at gera við trupulleikarnar?

- Nær ætlar landsstýriskvinnan at gera nakað við trupulleikarnar?

 

Vónandi frætta vit skjótt úr Mentamálaráðnum.

 

Magnus Rasmussen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur