Ruðuleiki í ferðsluni frá Skálafjarðartunlinum skal fyribyrgjast nú

11. september 2016


Um vit sum borgarar vilja sleppa undan ferðsluruðuleika í og rundan um Tórshavn, tá Skálafjarðartunnilin letur upp, mugu fólkavald í býráðnum vakna, staðseta og seta í ger nýggjan innkomuveg alt fyri eitt


Stundum skulu bæði asfalt og betong til fyri at gera tilveruna hjá fólki eitt sindur lættari.

 

Hetta er ikki minst galdandi fyri vegagerð í sambandi við Skálafjarðartunnilin.

 

Manglandi innkomuvegur til Havnar

Flestu eru fegin um, at Skálafjarðartunnilin kemur, og at vegurin oman til tunnilsmunnan við Hvítanes er um at verða liðugur.

 

Eisini er framdrift í, at tilboðini um at gera sjálvan tunnilin skjótt skulu latast upp.

 

Kortini manglar ein týðandi partur, og tað er spurningurin um, hvar og hvussu nýggi innkomuvegurin til Havnar skal liggja.

 

Tað kann ikki vera annað enn rímiligt, at nýggi innkomuvegurin verður projekteraður og klárur at taka í brúk, samstundis – ella áðrenn – Skálafjarðartunnilin letur upp.

 

Hetta hava havnarborgarar krav uppá, tí annars verður ruðuleiki í ferðsluni, og tað vil ongin hava.

 

Broyttar fortreytir

Í einari frágreiðing frá Landsverki frá november 2004 stendur m.a., at Tórshavnar kommuna skal gera ein komunalan ringveg vestan fyri býlingin Inni á Gøtu og oman móti Sandvíkarhjalla.

 

Hetta er ein ætlan, sum nú er heilt burturvið at gjøgnumføra. Ringvegurin, sum nú er gjørdur, tekur ikki hædd fyri hesum.

 

Eisini verður gjørdur ein kirkjugarður skamt har frá, so ikki kann leggjast ein kommunalur ringvegur millum komandi kirkjugarð og býlingin Inni á Gøtu.

 

Í somu frágreiðing er eisini ein landsvegur projekteraður. Vegurin skuldi leggjast oman millum Skarðshjalla og Sandvíkarhjalla og víðari oman í Kaldbaksvegin. Men eftir, at tunnilin er fluttur eystur til Hvítanesar, má hesin vegur eisini rættast til, so hann rakar eina komandi rundkoyring.

 

Hvítanesvegurin klárar ikki trýstið

Landsverk fór uml. Ár 2000 undir at gera nýggjan innkomuveg til Havnar. Hetta strekki, ið er undir 1 km. til longdar, er ikki komið nógv longur. Ein vegbrúgv er komin afturat. Tað, sum manglar at gera, fyri at koma oman til Hvítanesvegin/Kaldbaksvegin, er ein teinur millum 1-1,5 km.

 

Frá Sundsvegnum og oman til Oyggjarvegin er strekkið eisini áleið 1-1,5 km. Tað vil siga áleið 3 km. tilsamans. Hesi mugu og skulu gerast. Tey hava alt ov leingi ligið á láni.

 

Longu nú klárar Hvítanesvegurin als ikki alla ferðsluna. Tøl frá 2003 vísa, at 7.976 akfør um samdøgrið koyrdu um Hoydalsá. Hetta var fyri 13 árum síðani, og ferðslan er økt munandi hesi árini.

 

Vit skulu í gongd nú

Eftir ætlan skal Skálafjarðatunnulin standa liðugur um trý ár, so tað ræður um at koma í gongd við innkomuvegin sum skjótast.

 

Sum valevni til komandi kommunuval fari eg at fylgja hesum máli og arbeiða fyri at fyribyrgja hóttandi ferðsluruðuleikan, ið verður veruleiki, um nýggi innkomuvegurin ikki verður gjørdur skjótast møguligt.

 

Gott val.

 

Jens Knudsen

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Aftur