Ómegd og mytumakarí á Christiansborg

11. september 2016


Allar orsøkir eru til at velja Sambandsflokkin á komandi fólkatingsvali, tí verandi fullveldisumboð gera lítið annað enn at skapa konfliktir, og verulig úrslit eru eingi


Valtrummurnar hoyrast væl, og møguleiki er fyri, at fólkatingsval verður útskrivað í ótið.

 

Hóast stutt er fráliðið síðani seinasta fólkatingsval, stendur øllum greitt, at lítið og einki kemur frá verandi fólkatingsumboðum.

 

Verður sammett við mongu og góðu úrslitini, ið Sambandsflokkurin kann vísa á undanfarnu tvey fólkatingsvalskeiðini, kemur púrt einki á skaftið hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi.

 

Sita á knøunum hvør hjá øðrum

Føroyingar fáa bert glansibíløt og reyp um fólkatingsumboðini. Veruleikin er, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi kastað saman. Fólkatingsumboðini hava skrivstovur lið um lið. Tey búgva eisini hurð um hurð. Tey reka ein og sama fullveldispolitikk og ganga sum heild í takt.

 

Politiska stavnhaldið er áhaldandi grenj um eina loysingargrundlóg og sjálvsavgerðarrætt. Hetta er slíkt, sum ikki hoyrir heima á Christiansborg men í Løgtinginum og úti millum føroyingar.

 

Á sama hátt, sum Javnaðarflokkurin hevur boygt seg fyri Tjóðveldinum her í Føroyum, hevur sonevndi “samríkisflokkurin” eisini kapitulerað og svikið síni lyfti í politikkinum í Fólkatinginum.

 

Mytumakarí og ómegd

Nýggjasta orsøkin til at venda teimum bakið og seta Sambandsflokkin til at umboða Føroyar á Christiansborg kom nú um dagarnar.

 

Ómegd og mytomani var høvuðsinnihaldið í tí, sum fólkatingsumboðið hjá Tjóðveldinum gjørdi burtur av sær á fólkatingsins røðarapalli.

 

Undir einum fíggjarlógarorðaskifti komu undirbrotlig sjónarmið um, at føroyingar keypa fyri 1,2 milliardir krónur meira úr Danmark enn øvugt. Eftir øllum at døma elvir hetta til nationala trongd í fullveldishøpi.

 

Tað rætta er, at føroyingar hava altíð handlað nógv við Danmark, og løgið nokk hava vit altíð fingið vørur afturfyri í hesum handli.

 

Álvaratos, hvar er trupulleikin?

 

Hví skal Tjóðveldi liva av at framstilla føroyingar sum eitt kúgað fólk?

 

Ein milliard hvørt ár

Hetta við pengunum, sum føroyingar keypa fyri, verður á Fólkatingsins røðarapalli – uttan nakran samanhang yvirhøvur – knýtt upp í ríkisveitingina, ið verður søgd at hava lítlan týdning, hóast hon er rein inntøka beint í landskassan, markað til pensjónir, sjúkrahús og aðra vælferð í Føroyum.

 

Hetta er tað, sum kapparnir avrika fyri Føroyar í Fólkatinginum: politisk ómegd, mytomani og nationalistiskt smáputl.

 

Skiftið út

Fyri ein góðan ordan skyld skal eg nevna veruligu tølini.

 

Fakta er, at Ríkið tilsamans leggur uml. eina milliard krónur eftir seg í Føroyum hvørt einasta ár, og sum øll vita, fær Ríkið nakað afturfyri – ikki minst í uttanríkispolitiskum samanheingi.

 

Hvørki Tjóðveldi ella Javnaðarflokkurin hava nakrantíð kunnað víst á, hvussu milliardaholið skal fyllast út – hvørt einasta ár – um loysingin skal gjøgnumførast. Hjá teimum er nóg mikið at tala til kenslur hjá fólki.

 

Allir føroyingar – við undantaki av víðgongdum nationalistum – síggja, at samstarv og úrslit fyri Føroyar, sum Sambandsflokkurin stendur fyri, tá ið hann er í Fólkatinginum, er tað rætta.

 

Okkara politikkur skapar samstarv, samanhald, úrslit og góð viðurskifti í Ríkisfelagsskapinum, sum er ein stórur fyrimunur fyri Føroya land.

 

Skiftið nationalistarnar út á komandi fólkatingsvali.

 

Bárður Nielsen

formaður í Sambandsflokkinum


RN


Aftur