Heini Fosaa stillar upp fyri Sambandsflokkin

13. september 2016


Eitt kent valevnið stillar upp fyri Sambandsflokkin


Heini Fosaa stillar upp fyri Sambandsflokkin til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu.

 

Hann er føddur í 1967, og uppvaksin og búsitandi í Tórshavn. Heini hevur útbúgving innan timbur og byggitilfar, og hevur seinastu 23 árini starvast sum stjóri og eigari av XL-BYG Tórshavn.

 

Heini sigur soleiðis um avgerðina at stilla upp til býráðið:

 

Vit hava øll okkara hjartamál, hvørt tað so er innan vinnulív, sosiala økið, umhvørvið ella mentan.

 

Mín sannføring er, at einki samfelag verður væl fyrisitið, við útgangstøði í einari einsamallari politiskari hugmynd - men við skynsemi, tilvitan og vælgrundaðari raðfesting.

 

Stevnuskrá Sambandsflokksins byggir á frælslyndi og samfelagssinni - hugtøk, sum geva rúm fyri tí fríða framtakseminum og rúmar karmar fyri hjá borgaranum at virka undir - sum tryggja okkum eitt sunt samfelag - sum veitir okkum rættartrygd og rættvísi - og samstundis hevur evnini og viljan at taka sær av borgarum sínum.

 

Grundhugburðurin er, at vit hava eitt samfelag fyri øll.

 

Eg ynski broyting í Tórshavnar Kommunu!

 

Seinastu árini hava vit verið vitni til, at virksemið hjá Kommununi er økt munandi. Nógvar óumhugsaðar og skeivt raðfestar íløgur eru gjørdar, sum tíverri hava havt skeiklandi ávirkan á livilíkindini í kommununi.

 

Eg eri sannførdur um at Tórshavnar Kommuna verður rikin við alt ov nógvum peningi, og við atliti at Tórshavn er dýrasti staður í Føroyum at seta búgv og liva í, skal skatturin hjá borgarunum í kommununi setast munandi niður. Skynsom raðfesting og fíggjarstýring skal tryggja, at inntøkurnar hjá kommununi verða gagnnýttar á best møguligan hátt.

 

At enda sigur Heini, at hetta eru mál, sum hann metir eru avgerðandi fyri Tórshavnar Kommunu, og sum hann vil virka fyri at føra út í lívið komandi valskeið. Hann hevur tí gjørt av at stilla upp fyri Sambandsflokkin til kommunuvalið.


RN


Aftur