
Høgni Jacobsen stillar upp fyri Sambandsflokkin
26. september 2016
Nýtt og ungt valevnið stillar upp fyri Sambandsflokkin
Høgni Jacobsen stillar upp fyri Sambandsflokkin til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu.
Høgni er 32 ár, giftur og eigur 5 børn.
Seinastu 10 árini hevur Høgni starvast sum lívbjargari í svimjihøllini í Gundadali. Harumframt er hann svimjivenjari í Havnar svimjifelag, bæði hjá teimum vaksnu og hjá børnunum. Høgni fæst eisini við fótbólt, bæði sum venjari og í ungdómsnevndini hjá B36.
Sum aktivur innan ítróttin sær Høgni, hvat riggar væl, og hvar tað kann gerast betri. Hettar endurspeglast eisini í áhuganum í kommunalpolitikki, har tað serliga er ítróttarøkið, eldraøkið og barna- og ungdómsøkið, sum Høgni brennir fyri at arbeiða við.
RN
Aftur