Tín uppsparing á rulettuni hjá Tjóðveldi

26. september 2016


14. september-samgongan spælir høgt spæl við føroyska búskapinum, og uppsparingin hjá hvørjum einstakum føroyingi er innsatsur á rulettini hjá landsstýrinum


Ávaringarljósini blunka.

 

Ikki færri enn tríggir instansir ávara um, at búskapur Føroya er ovurhitaður: Búskaparráðið, Tjóðbankin og danska Váðaráðið.

 

Hvat ger samgongan?

 

Einki.

 

Ella rættari sagt: samgongan, sum Tjóðveldi stýrir, velur tilvitað at síggja burtur frá góðum ráðum um at tálma føroyska búskapin.

 

Sporini ræða, tí hetta byrjar at minna um støðuna í 80unum. Eisini tá hevði Tjóðveldi landskassan um hendi og ignoreraði øll tey, sum eisini tá ávaraðu. Úrslitið var, at Føroyar fóru av knóranum.

 

Arrogansa og manipulatión

Fyrsta reaktión frá landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum var skuldsetingin um, at Danmark ger eina taktiska manøvru, tí at hon arbeiðir við einum føroyskum váðaráðið.

 

Onnur reaktión var, at landsstýriskvinnan – óseriøst – rættar danska Váðaráðið við at vísa á samlaðu lyklatølini fyri okkara bankar.

 

Her er talan um nationalistiska arrogansu og fíggjarliga manipulatión.

 

Tað sigur rættiliga nógv, at stjórin í BankNordik ásannar, at eitt gult kort til føroyska búskapin er upp á sítt pláss.

 

Skjótt hækkandi sethúsaprísir í høvuðsstaðnum hótta við at trýsta útlán í bankunum uppeftir. Vandin er, at eitt umskifti í búskapinum kann raka bankarnar harðliga við niðurskrivingum – og tað fær avleiðingar fyri sethúsamarknað, sethúsaeigarar og føroyingar sum heild.

 

Melur skjótari enn í Kina

Hvørki miðlar ella politikarar vilja taka upp á tungu, at danska Váðaráðið eisini í fjør kom við einari meting av føroyska búskapinum.

 

Tá stóð væl til.

 

Nú er ein nýggj og búskaparpolitiskt ábyrgdarleys samgonga komin framat, og nú er longu vandi á ferð!

 

Legg til merkis, at Búskaparráðið hækkar sína meting úr 5,3% upp í 8,5% vøkstur í BTÚ. Hetta er óhoyrt í okkara parti av heiminum. Búskapurin aksellererar og fær alt ov nógva ferð.

 

Sjálvt í Kina, har motorarnir koyra skjótt, rokna tey við einum vøkstri á 7%, helst í leypandi prísum, men allíkavæl.

 

Tín uppsparing í vanda

Tað er sjálvsagt, at 14. september-samgongan má vakna, áðrenn ov seint er. Enn er tó er einki, ið peikar tann vegin, og tað er vandamikið fyri Føroyar.

 

Samstundis sum Ísland leggur sítt fíggjareftirlit til Europeiska Fíggjareftirlitið, vil landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hava sítt egna eftirlit við føroysku bankunum ígjøgnum eitt føroyskt váðaráð.

 

Hetta vil hon, hóast føroyska fíggjarøkið, tíbetur, framvegis er danskt málsøki og er væl tryggjað undir strongum eftirliti.

 

Symbolpolitikkurin hjá Tjóðveldinum er sera vandamikil.

 

Um nakar sum helst ivi verður um, hvør ið hevur endaligu ábyrgdina av støðuni hjá føroysku peningastovnunum, so verður avleiðingin í ringasta føri, at danska Fíggjareftirlitið fráskrivar sær ábyrgdina.

 

Tá verður trygdin fyri allari uppsparing í Føroyum mist.

 

Og tá verða føroyskir bankar ikki longur loftaðir í felags trygdarnetinum í Ríkinum, eins og Eik Banki varð loftaður fyri bert seks árum síðani.

 

14. september-samgongan spælir høgt spæl við føroyska búskapinum, og tín uppsparing er innsatsur á rulettini hjá landsstýrinum.

 

Bárður S. Nielsen

Formaður í Sambandsflokkinum


RN


Aftur