Út við dupultmandatum

28. september 2016


Tað er ikki í lagi, at løgtingslimir í hópatali stilla upp til komandi kommunuval og harvið undirgrava okkara politisku skipan. Bara veljarin kann loysa trupulleikan


Antin býráð /bygdaráð ella løgtingið - ikki bæði

Føroya Løgting minnir í dag alt meira um eitt stað, har Føroya størsta bygdaráð heldur til og virkar. Politiska arbeiðið í Løgtinginum er tí ein vavgreytur av landspolitikki og lokalpolitikki.

 

Tað sær út til, at løgtingslimir hava lítlar og ongar ambitiónir ella visiónir fyri Føroya land, men eru bara upptiknir av at føra lokalpolitikk fyri tað økið teir koma frá.

 

Løgtingsarbeiðið hevur eftir øllum at døma so lítið upp á seg eftir hondini, at løgtingslimir eru farnir at keða seg, tí teir ikki fáa tíðina at ganga. Eitt tekin um, at so kann vera, er vantandi virksemi við løgtingsfundum. Hetta má m.a. verða orsøkin til, at ein hópur av løgtingslimun stilla upp á bý-og bygdaráðslistum í hesum døgum, umframt politisk valdsgirnd.

 

Vandi á ferð

Um vit taka Kommunusamskipan Føroya (KSF), sum umboðar allar kommunur í Føroyum. Hvør er formaður har - í løtuni er tað borgarstjórin í Havn (kundi eisini veri annar persónur úr aðrari kommunu).

 

KSF samráðist við landið, men samstundis situr formaðurin í KSF í løtuni í landsins stjórn, og er borgarstjóri fyri størstu kommununa. Nú situr hann og samráðist við seg sjálvan - sum 17. tingmaður í samgonguni og borgarstjóri í høvuðsstaðarkommununi. Men hann skal eisini umboða allar kommunur í Føroyum líka væl.

 

Her hoppar ketan av.

 

Tá talan er um býráðspolitikk og landspolitikk, hvør umboðar hvønn, hvar og hvørji áhugamál skal formaðurin í KSF umboða?

 

Og ikki minst, hvussu strekkir tíðin til, soleiðis at ein ábyrgdarfult og á fullgóðan hátt kann røkja fleiri politisk størv.

 

Heilhjartaður arbeiðsinnsatsur

Um eg verði valdur í Tórshavnar býráð, so ætli eg mær framhaldandi at fara heilhjartaður til verka at loysa politisku arbeiðsuppgávurnar í kommununi, eins og eg havi gjørt higartil – heilur og ikki hálvur við fleiri politiskum kasjettum á høvdinum.

 

Eg havi sum býráðspolitikari í Tórshavnar Kommunu víst ein politiskan eldhuga og samstarvsvilja fyri at fremja mál og skapa úrslit, sum kunnu tæna okkara borgarum, t.e. børn, ung, vaksin og eldri, umframt at skapa hóskandi vinnukarmar.

 

Tað er bara veljarin, sum kann gera nakað við teir trupulleikar, sum eg her havi víst á.

 

Tað ræður um at velja rætt 8. november.

 

Annfinn Brekkstein

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Aftur