Tjóðveldi lokkaði sambandsmann við borgarstjórasessi

30. september 2016



Valstríðið harðnar

Hevði Sambandsflokkurin átt burturstaddan borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, hevði ein valdur tjóðveldisvaraborgarstjóri sjálvandi sloppið at umsitið borgarstjóraembætið í nakrar dagar

 

Nú tað nærkast val-mánaðinum november, harðnar kommunala valstríðið alsamt meir og meir. Ja, so hart, at summi valevni longu alment eru farin í holt við at berjast um borgarstjórasessin, hóast fleiri flokkar ikki enn eru lidnir við uppstillingina.

 

Seinasta freist at lata vallistar inn er ikki fyrr enn um hálva triðju viku.

 

Orðatakið um, at selja skinnið, áðrenn bjørnin er skotin, er sera rámandi í hesum høpi.

 

Vit vita ikki, hvør verður valdur, ella hvørjir flokkar koma at mynda eina komandi samgongu eftir valið, sjálvt um verandi borgarstjóri við ”jetlag” (orðið finst ikki í orðabókini hjá Sprotanum) er farin at grópa nøkur ár aftur í tíðina, tá hann ”over a night” beint eftir fundarvirksemi millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin í 2004, vendi Sambandsflokkinum bakið, (hann var ikki blakaður út), og spadseraði yvir í Javnaðarflokkin við vælsignilsi frá Tjóðveldisflokkinum, soleiðis æt flokkurin tá. Tað var hesin flokkur, sum egndi við einum borgarstjórasessi.

 

Tjóðveldi man angra

Tað eydnaðist teimum væl og virðiliga, má man viðganga. Undirskriftin, sum borgarstjórin saman við hinum valdu umboðum Sambandsfloksins, Fólkafloksins og Javnaðarflokins festu á blað um at hittast aftur dagin eftir valdagin í 2004, hevði knappliga ongan týdning.

 

Harra gud, ein undirskrivt her og ein der, hvat hevur hon at týða? Einki, vísir tað seg hjá summum, tá um luskutan politikk ræður.

 

Hjá røttum og trúføstum sambandsveljara er eitt orð framvegis eitt orð og ein maður framvegis ein maður. Hvørki meir ella minni.

 

Tjóðveldi vildi hava ein sambandsmann til borgarstjóra fyri at skapa ravagu i politiska dunnuhylinum í høvuðsstaðnum og fekk sín vilja.

 

Í dag, hugsi eg, at Tjóðveldi nógv ár eftir hetta angrar tað so bitturliga, hóast flokkurin hevur umsitið varaborgarstjórasessin í Tórshavnar býráð, bara sum eitt eyka heitið og annars sum eitt null og niks.

 

Hevði Sambandsflokkurin átt borgarstjóran, hevði ein valdur  tjóðveldisvaraborgarstjóri sjálvandi sloppið at umsitið borgarstjóraembætið, tá bossurin var burturstaddur. Alt annað hevði verið løgið.

 

Dupultmandatar - avgerð veljarans 

Viðvíkjandi aktuella evninum, um býráðsvalevni kunnu økja álitisstørv sum býráðspolitikkarar og landspolitikkarar samstundis, er hetta ikki eitt flokspolitiskt mál í Sambandsflokkinum. Tað er upp til hvørt einstakt sambandsvalevni at meta um tað.

 

Tann einasti, sum kann avgera, um tað er rætt ella skeivt, er veljarin – og bara hann ella hon.

 

Í so máta er demokratiið enn galdandi í Sambandsflokkinum. Í so máta fyri leiðslurnar í nøkrum av hinum flokkunum eitt innanhýsis problem.

 

Beate L. Samuelsen

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Aftur