Ongin yvirordnað stýring í fíggjarlóguppskotinum 2017

3. oktober 2016


Føroyar eru ikki á veg til nakað búskaparligt sjálvbjargni og 14. September-samgongan hevur nakrar óforsvarligar ætlanir um loysing


Vit hava bíðað í spenningi

Øll hava vit nú bíðað í spenningi eftir einum fíggjarlógaruppskotið 2017 - nevnliga tað uppskotið, sum skal vísa okkum føroyingum, hvat 14. September-samgongan veruliga ætlar at seta út í kortið.

 

Samgongan segði í sambandi við fíggjarlógina 2016, at árið 2015 var so langt fráligið í sambandi við løgtingsvalið 1. sept. 2015, at hon ikki kundi seta síni veruligu fingramerkið á innihaldið í teirra politikki.

 

Spenningurin gjørdist tí væl størri hesaferð, eitt nú tí, at samgongan hevur sett sær fyri at byrja eina tilgongd at gera Føroyar búskaparliga sjálvbjargnar, skjera ríkisveitingina, fáa avlop á fíggjarlógina, umframt at gera Føroyar klárar til loysingina.

 

Men avspeglar fíggjarlógaruppskotið fyri 2017, at samgongan er á forsvarligari kós og livir upp til sínar egnu málsetningar og teirra samgonguavtalu.

 

Fíggjarlógin snýr seg um politiska leiðslu og stýring

Fíggjarlógin er eitt amboð at leiða og stýra við politiskt. Tað er trupult at síggja í hvønn mun verandi politiska leiðsla hevur gjørt sær greitt, hvørjar avbjóðingar standa fyri framman. Tað er eisini nógv í verandi uppskoti, sum byggir á meira og minni órealistiskar fortreytir.

 

Tað verða brúkt nógv háfloygd orð og givin politisk lyfti, sum trupult kunnu brúkast ella uppfyllast, soleiðis sum fyriliggjandi fíggjarlógaruppskot sær út innihaldsliga.

 

Samanumtikið gevur uppskotið eitt avlop uppá einans 112 mió.kr. í 2017. Hetta sigur so mikið, at tað skulu sera smáar broytingar til í inntøkum og útreiðslum fyri, at vit aftur enda við einum halli í 2017, og skulu til at økja skuldina.

 

Við hesum fíggjarlógaruppskotinum er ikki pláss fyri avdráttum til at gjalda niður skuld.

 

Við hesum fíggjarlóginum er heldur ongin vón um yvirtøkur.

 

Hetta skal síggjast í mun til, at vit í Føroyum hava bestu búskaparligu tíðir við búskaparvøkstri og sera lágum arbeiðsloysi.

 

Vit hava eina veika politiska leiðslu, ongin yvirordnað stýring og búskapurin siglir.

 

Inntøkur og útreiðslur

Inntøkurnar hjá landskassanum vita vit eru í stóran mun treytaðar av, hvussu tað gongur í fiskvinnuni, alivinnuni og ferðavinnuni. Talan er fyri ein part um óvissar inntøkur, sum sveiggja í mun til, hvussu væl fiskiskapur, altjóða prísir o.a. lagar seg.

 

Tað er t.d. enn ógreitt, hvussu samgongan ætlar at skatta fiski- og alivinnuna og hevur hon enn ikki lagt hesi viðurskifti í tryggar karmar fyri vinnuna.

 

Roknað verður við sølu av ognum, sum vanliga eru óvissar inntøkur og verða brúktar til kunstiga at pumpa rakstur ella íløgur upp við.

 

Rakstrarútreiðslurnar eru í galloperandi vøkstri og vaksa við 3-4% seinastu tvey árini, svarandi til góðar 300 mió.kr. Samgongan hevur sostatt við hesum uppskotinum ikki megna at tálma ella steðga útreiðsluvøkstrinum, hóast hetta hevur verið mantraði hjá samgonguleiðarunum gjøgnum árið.

 

Kelda, grafur: Egin uppseting við tølum frá Gjaldstovuni og úr Fíggjarlógaruppskotinum 2017

 

Sminkað fíggjarlógaruppskot

Fíggjarlógaruppskotið 2017 er sminkað, t.e. útreiðslur eru fjaldar, og nógv bendir á, at útreiðslurnar í ávísum førum eru settar ov lágt og inntøkurnar ov høgt.

 

Fíggjarlógaruppskotið førir ikki Føroyar til nakað búskaparligt sjálvbjargni og vísir veruliga, hvussu óforsvarligar ætlanir 14. September-samgongan hevur um loysing.

 

Føroyska vælferðarsamfelagið er í løtuni á ótryggari kós.

 

Bárður S. Nielsen

Formaður hjá Sambandsflokkinum


RN


Aftur