Gongubreyt

17. oktober 2016



Samfelagshjólini mala við fullari ferð, og nógv jørn eru í eldinum.

 

Stór projekt eru í gerð, meðan onnur liggja á tekniborðinum.Tey mangla bert ta seinastu hondina at kunna verða sett í verk.

 

Jú, tað gongur væl í Klaksvík – heilt væl.

 

Tó er vandi í hvørji vælferð. Smáir, men týdningarmiklir snøklar tykjast víkja fyri stóru ætlanunum.

 

Dømi:

Úr Norðhavnini til Klaksvíkar vantar ein gongubreyt. Hon átti at verið gjørd fyri langari tíð síðan.

 

Stór farma- og ferðamannaskip leggja at bryggju í okkara frálíku havn norðuri í Ánunum, og fólk fara til gongu inn til Klaksvíkar.

 

Tey mugu taka vandaleiðina – tunnilsvegin við síni tungu og skjótt koyrandi ferðslu.

 

Hví ikki gera eina gongubreyt úr Norðhavnini inn til Klaksvíkar?

 

Talan er ikki um nakra ovurhonds stóra íløgu at bøta um trygdina.

 

Umframt at vera til gagns fyri tey vitjandi, hevði gongubreytin verið til gleði fyri tey mongu, sum javnan fara ein gangi-/rennitúr eftir tunnilsvegnum.

 

Lat okkum nú gera hasa gongubreytina, áðrenn nakar verður avlamin ella tað, sum verri er!

 

Jógvan Sofus Vilhelmsen 
valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Klaksvíkar kommunu


RN


Aftur