Uppvenjingarstøð við kosti og vistarhaldi

17. oktober 2016



Tjarnagarður sum uppvenjingarstøð

Talan er ikki um ”barnagarð” fyri eldri, har vit klistra, klippa og gera jóla- og páskapynt, men har hvør einstakur fær persónliga hjálp til at klára seg, og har hjálparfólk fylgir við heim fyrstu tíðina.

 

Tá gamla Marinustøðin við Hoyvíkstjørn á sinni varð keypt til eldraøkið í Tórshavnar kommunu, samtykti býráðið, at hon skuldi brúkast sum uppvenjingarstøð til røktarheimsfyribyrgjandi tiltøk. Marinustøðin fekk navnið Tjarnargarður og skuldi brúkast sum millumstatión við persónligari uppvenjing í nakrar vikur hjá okkara eldru borgarum, sum vóru útskrivað av Landssjúkrahúsinum.

 

Á Tjarnargarði skuldu vit fáa uppvenjing, og heimaftur komin, hava møguleika at halda fram við ambulantari viðgerð fyri at halda uppvenjingini við líka. Endamálið var, at vit skuldu kunna klára okkum sjálvi heima við hús.

 

Somu áskoðan hevði landsstýrið ikki. Eldraøkið hoyrdi tá undir landið, og víst varð til løgtingslóg um rentu- og avdráttarfrí studningslán innan eldraøkið, har ikki eitt einasta  orð stóð um "røktarheimsfyribyrgjandi tiltøk".

 

Av tí sama datt upprunaliga verkætlanin við Tjarnagarði sum uppvenjingarstøð niður fyri. 

 

Sjálv haldi eg, at hetta var ein bílig landsstýris-umbering fyri at sleppa undan fíggjarligu ábyrgdini, tá tað kom til eldraøkið.

 

Hjálparfólk fylgja við

Øll vilja vit helst búgva heima.

 

Kunnu vit fáa eitt betri lív við uppvenjing eftir lidna sjúkrahúslegu, eiga vit eisini at hava møguleikan at taka við tilboðum hesum viðvíkjandi.

 

Uppvenjingarstøðin skal ikki verða ein ”barnagarður” fyri eldri, har vit klistra, klippa og gera jóla- og páskapynt, men har hvør einstakur fær hjálp til at klára seg heima, og har hjálparfólk fylgir við heim fyrstu tíðina.

 

Vit gerast eldri. 90 og 100 ára føðingardagar eru ikki  sjáldsamir longur, samstundis gerast bíðilistarnir til samdøgurstovnar longri og longri fyri hvønn dag.

 

Um vit høvdu eina uppvenjingarstøð við kost og logi til okkum eldru eina tíð, er einki at ivast í, at bíðilistarnir til røktarheimini minkaðu heilt fitt.

 

Til undanfarnu kommunuval hava vit fleiri ferðir lagt dent á, at so skjótt eldraøkið varð lagt út til kommunurnar, fóru vit í Sambandsflokkinum í gongd aftur við hesa verkætlan, og hesa ætlan halda vit fast um.

 

Tað tekur tíð, men tað ber væl til.

 

Fígging skal til

Sambandsflokkurin í Tórshavnar býráð hevur ikki slept ætlanini um eina uppvenjingarstøð burturav.

 

Sambandsflokkurin í Tórshavnar kommunu hevur heldur ikki gloymt tey, ið rakt eru av demens, líka mikið, hvussu ung ella gomul, tey eru.

 

Hendan partin av býarborgarum okkara hava vit skyldu at taka okkum av.

 

Vit hava heimið í Vallalíð, men tað er ikki nóg mikið. Vit mugu hava eitt heim ella ein stovn, har demensrakt, sum ikki eru alt ov illa fyri, javnan kunnu koma og har tey kunnu kenna seg heima.

 

Tað er okkara ynski.

 

Well, alt hetta krevur fígging.

 

Pengar skulu til, men er tað so, sum tey siga, at kommunukassin er sprenfullur, er eisini pláss til hetta, tí uttan okkum gomlu var kommunan ikki so væl fyri, sum hon er.

 

Skilaleysu húsakeypini í Tórshavnar kommunu siga okkum so mikið, at ikki er gott við eini slíkari samgongu sum henni, vit hava verið plágað av seinastu fýra árini.

 

Beate L. Samuelsen

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Aftur