Avhøvdið umsitingina - brúkið pengarnar til tey gomlu!

24. oktober 2016



Visti tú, at ímillum 40-45 oyru av hvørjari krónu, sum fer til eldraøkið, verða brúkt til umsiting?

 

Næstan helvtin av tí, sum eldraøkið kostar, fer til kontórarbeiði. Ikki okkara gomlu.

 

Eingin skal fortelja mær, at tað ikki er tað glaða vanvid!

 

Vit eru øll eldra ættarliðinum takksom. Við størstu gleði betala vit tí til eldraøkið. Tað skuldi bara mangla! Men hvør hevur givið loyvi til, at fløkjasliga umsitingin skal eta helvtina av køkuni fyrst?

 

Fyrr var ein stjóri á hvørjum stovni. Tað fungeraði væl, og øll vistu, hvønn tey skuldu tosa við.

 

Nú hava vit fjarleiðslu og millumleiðarar og hvat veit eg – og tað er alt for langt frá toppi til botn. Eingin spyr starvsfólkið ella brúkaran.

 

Tá tú arbeiðir við fólki, mást tú vera til staðar. Tú kanst ikki arbeiða frá einum kontóri onkra aðrastaðni. Og slett ikki, tá tú sjálvur kostar so nógv, at eingir pengar eru eftir at arbeiða við.

 

Mítt motto er tí: ein stovnur - ein stjóri! Og so kappa vit høvdið av umsitingini, so pengarnir, sum verða brúktir til eldraøkið, aftur verða brúktir til tey eldru.

 

Vel Eigil Olsen á lista B.

 

Ein vanligur havnarmaður, sum arbeiðir fyri okkara gomlu – ikki umsitingina!

 

Eigil Olsen

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Aftur