Vit taka okkara egnu avgerðir í Havn

4. november 2016



Nú politikkarar, ið ikki sita í Tórshavnar býráð enn einaferð úttala seg um havnaútbyggingina, skal eg heilsa og siga, at vit taka okkara egnu avgerðir um okkara framtíðar útbyggingar í Havn.

 

Útbyggingin av Tórshavnar havn verður ikki steðgað av politikkarum, sum einki hava við okkum at gera. Sum býráðspolitikkari í Tórshavnar kommunu havi eg verið við at samtykt at útbyggja Tórshavnar havn, og arbeiðið er farið í gongd, tíbetur.

 

Kaikanturin er lívæðrin til framburðin her í Havn og grundarlagið undir okkara vælferð og trivnaði. Arbeiðsplássini eru við til at breyðføða arbeiðsmannin í Havn og hetta sleppa politikkarar á bygd ikki at taka frá tykkum. Tit hava uppbygt hetta arbeiðspláss, og tað er tykkara.

 

Mín boðskapur til tykkum politikkarar uttan fyri Havnina er, leggið kommunurnar við Skálafjørðin saman. Finnið tykkara egna stev. Tá tað er gjørt, kunnu tit byrja at hugsa um samstarv við onnur.

 

Vit taka okkara egnu avgerðir í Havn.

 

Annfinn Brekkstein

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Aftur