Okkara yngru dementu mugu loftast

6. november 2016


Sum kommuna eiga vit at taka okkum av yngri demens-raktu borgarum okkara, inntil semja fæst um málið


Markamótsskjalið bert eitt eiti

Herfyri hevði landsstýriskvinnan við almannamálum um hendi, Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum, grein í onkrum blað, har hon fanst at kommununum, sum ikki høvdu gjørt sær minsta ómakin at taka sær av teimum, sum rakt eru av demens, hóast tað á nýggjárinum eru tvey ár liðin, síðani eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita.

 

Nú er tað einaferð so, at tað ikki bara eru fólk, sum eru 67  ár og eldri, ið verða rakt av demens, men eisini yngri fólk, ja, heilt niður móti teim 30 árunum.

 

Hvat við teimum? Tey hoyra ikki til kategoriina ”eldraøkið”. Eftir tí, sum alment er komið fram um dagarnar, hoyra yngru demens-raktu borgarar okkara smbrt. Markamótsskjalinum framvegis undir Almannaverkið og harvið til økið, ið landsstýriskvinnan við almannamálum varðar av.

Markamótsskjalið er kanska bert eitt eiti.

 

Ramur sannleiki

Tað tykist, sum hetta við yngri demens-sjúkum borgarum er nakað nýtt. Tað er tað als ikki. Tað hava altíð verið nøkur yngri okkara millum, sum eru rakt av herviligu sjúkuni, sum eingin heilivágur finst ímóti. Heilivágur er tøkur, sum kann seinka demens. Men eingin verður frískur. Hetta er tíanverri tann rami sannleikin.

 

Sera týdningarmikið er, at demens-rakt, yngri enn 67 ár, sum tað almenna higartil hevur bólkað saman við gomlum fólkum, ikki hoyra heima innan eldraøkið.

 

Tey eiga at hava tilboð um at koma á eitt dagtilhald við øðrum í sama aldursbólki sum tey sjálvi nakrar tímar um vikuna, so tey kunnu fáa eitt lívsríkandi innihald í gerandisdegnum, og eina persónliga stimbran, tey, í hvørjum einstøkum føri, hava brúk fyri.

 

Hetta, meðan teirra avvarðandi eru til arbeiðis ella hava eina fríløtu frá tí tungu ábyrgd, sum tað er at hava ein yngri demens-raktan í familjuni.

 

Rokningin send víðari

Hetta kostar ikki alla verðina. Tórshavnar býráð eigur 140 mió. krónur á bók, siga tey.

 

Um tað endiliga skal verða, so hava nógv avvarðandi einki ímóti at lata nakrar krónur til endamálið, bara tey fáa vissu fyri, at teirra demens-rakti fær eitt lívsjáttandi uppihald har nakrar tímar um dagin, í staðin fyri, at tey við hús verða parkerað í ein stól frammanfyri sjónvarpstólinum í tímavís hvønn tann eviga einasta dag.

 

Hvussu lítið sitandi landsstýrið metir hetta økið vera, vísir áhugi teirra at seta einans kr. 250.000,- av á fíggjarlógini.

 

Hetta er ikki nakað, Tórshavnar býráð kann gera nakað við, eftir sum økið ikki hoyrir til kommununar, vil onkur pástanda.

 

Jú, hetta kunnu vit sum komandi býráðspolitikarar gera nakað við, nevniliga við at lofta teimum yngru dementu við tilboð um hóskandi dagtilhald, meðan kommunur og Almannaverk tulkar, klandrast og kjakast í eina evigheit um økið, sum landið framvegis eigur og altíð hevur átt uttan at gera nakað við júst henda partin.

 

Hetta eru okkara borgarar

Sum kommuna eiga vit, meðan Kommunufelagið og Almannaverkið klandrast, at taka okkum av og senda evt. rokningina víðari til landið, sum hevur lyndi at smoyggja sær undan slíkum útreiðslum.

 

Beate L. Samuelsen

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Aftur