Veikastu bólkarnir eru success-kriterium fyri høvuðsstaðin

7. november 2016


Halfway house til fólk, sum skulu burtur úr rúsevnistrupulleikum


Sum nýtt valevni til Tórshavnar Býráð havi eg lagt til merkis, at mong hava tørv á at vísa á, hvussu væl tað gongst at arbeiða við asfalti og betongi.

 

Bygging, infrastrukturur o.a. hevur ivaleyst nakað at siga fyri nógv fólk. Men eingin eigur at taka feil av, at fremsta success-kriterium fyri høvuðsstaðin er, hvussu veikastu bólkarnir hava tað.

 

Um vit í okkara býi hava fólk, á samfelagsins botni, við óloystum trupulleikum, so kunnu vit ikki breggja okkum av, at okkara býur er ein success.

 

Tvørturímóti.

 

Ressoursir til tey veikastu

Brúk er fyri at flyta ressursir og pengar frá asfalti og betongi til at taka hond um tey veikastu.

 

Her í Tórshavn er stórur tørvur á einum bústaðartilboði til fólk, sum hava ella hava havt rúsevnistrupuleikar. Mangan eru tey fjald úr sjónarhorninum hjá vanligum borgarum, men nógv av hesum fólkum búgva undir lítið virðiligum umstøðum.

 

Tilboðini í dag nøkta ikki tørvin, sum er. Fleiri búðtilboð skulu fáast til vega til hendan útsetta bólk av havnarborgarum.

Halfway House

Ein annar  møguleiki er eitt "trin tvey" ella “Halfway House”, til teirra, sum eru komin seg eftir viðgerð.

 

Hesi hava stóran tørv á góðum bústaðarmøguleikum. Fleiri av teimum hava einki netverk, tá ið tey eftir viðgerð skulu byrja av nýggjum. Tí er tað av stórum týdningi at bústaðartilboðið er har til teirra.

 

Uttan bústað er skjótt at falla niður í aftur misbrúk, so her er ein uppgáva fyri býráðpolitikarar, ið eisini skulu hava fokus á at hjálpa hesum borgarum okkara við avbjóðingum í tíðini, har ið veikastu medmenniskjuni skulu út aftur í lívið til eina rúsfría tilveru.

 

Hesum vil eg arbeiða fyri, um eg fái møguleika at ávirka í Tórshavnar Býráð.

 

Gott val!

 

Maria Rubeksen

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Aftur