Hvar vóru fólkatingsumboð Føroya?

21. november 2016


Hvar vóru fólkatingsumboð Føroya undir einari sera týðandi og aktuellari hoyring á Christiansborg um framtíðar hernaðar- og trygdarpolitikk í Arktis?


Vanliga verður sagt, at um tú ert fólkavaldur, so eigur tú at vísa tínum veljarum virðing við at røkja títt fólkavalda starv so væl, sum tað yvirhøvur ber til.

 

Hesa virðing fingu veljarar hjá fólkatingsumboðum Føroya tíverri ikki á einum hoyringsfundi 17. november 2016, tí umboðini hirdu ikki at møta á fundinum.

 

Týðandi fundur

Tað er heldur sjáldan, at ein nevnd, í hesum føri Uttanlandsnevndin hjá Løgtinginum, verður boðin til fund á Christansborg um eitt ávíst evni.

 

Her var ein hoyringsfundur, har ið ein frágreiðing varð løgd fram og umrødd. Heitið á fundinum var: “Forsvarsministeriets fremtidige opgaveløsning i Arktis”.

 

Uttanlandsnevndin møtti væl upp, og umframt undirritaðu vóru á fundinum: Kári P. Højgaard, Bjørt Samuelsen og Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í Uttanlandsnevndini.

 

Verjumál eru sum kunnugt felagsmál, og tí hevur tað áhuga fyri allar partar í Ríkinum at fylgja við í, hvat hendir á altjóða verjuøkinum, og hvørjar framtíðar ætlanir arbeitt verður við og sum kunnu fara at ávirka Føroyar, so ella so.

 

Vit eiga eisini at hava ein virknan politiskan leiklut í øllum hesum arbeiðinum.

 

Tað var Nils Wang, kontraadminiralur og chefur fyri Forsvarsakedemiet, sum legði fram.

 

Endamálið við hoyringsfundinum var m.a. at lýsa og kunna um, hvussu framtíðar verjan skal skipast í Føroyum og Grønlandi.

 

Serfrøðingar hava gjørt frágreiðingina, og høvið var hjá okkum, sum møttu á fundinum, at seta spurningar og fáa kvalifiserað svar.

 

Konfliktøki við ávirkan á Føroyar

Hoyringsfundurin handlaði nógv um Grønland, men faktiskt kom fram, at bæði sokallaða herðnaðarliga konfliktøkið og eisini handilsliga økið, sum liggja í ísfríðum øki, fara at fáa beinleiðis ávirkan á Føroyar. Talan er jú um økið, sum liggja í føroyskum sjóøki, sum siglingarruta o.a.

 

Grønland er eisini eitt áhugavert herðnaðarøki, men á ein annan hátt og á landi.

 

Greitt varð frá á fundinum um sannlíkindini fyri fleiri hernaðarligum ósemjum í framtíðini og tí eisini tørvinum á nýggjum tilbúgvingarskipanum, fleiri verjuskipum, fleiri annleggum á landi o.a.

 

Eisini varð nevndur møguleikin fyri at senda fregatt til Føroyar í sambandi við umrokeringar. Umframt at útbyggja satellittskipanir til hernaðarverju og sjóbjarging, SAR. Eisini vórðu nevndir møguleikar fyri at brúka dronur í verjuskipanini.

 

Tí var hesin fundur háaktuellur og sera viðkomandi fyri føroyingar og føroyskar politikarar, og allar mest viðkomandi, at júst føroyingar møttu.

 

Føroysku fólkatingsumboðini møttu ikki upp

Føroyingar hava valt tvey umboð á Fólkating, men eftir øllum at døma, hava tey ikki skilt álvaran í hesum málinum og hvørjar teirra uppgávur veruliga eru.

 

Tað er tí átaluvert, at Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum og Tórbjørn Jacobsen úr Tjóðveldi vísa líkasælu og vantandi virðing fyri politiska arbeiðinum, ið eigur at vera Føroyum at gagni.

 

Slíkt kann ikki góðtakast.

 

Kaj Leo Holm Johannesen og Magni Laksáfoss

løgtingsmenn fyri Sambandsflokkin og limir í Uttanlandsnevndini

 

 

Mynd - Uttanlandsnevndin á Christiansborg

Frá vinstru: Magni Laksáfoss, Kári P. Højgaard, Bjørt Samulesen, Kaj Leo Holm Johannesen og Annita á Fríðriksmørk


RN


Aftur