Objektiviteturin hjá KVF

29. november 2016



Við einum samrøðubroti í Degi & Viku frá 2007, royndi Kringvarpið í gjár av ókendum orsøkum at prógva, at eg havi broytt meining viðvíkjandi uppboðssølu av fiskirættindum.

 

Í gamla brotinum segði eg, at um keyp og søla av fiskirættindum skal verða loyvd millum partarnar í vinnuni, so eigur landið eftir míni meining eisini at hava møguleika at selja.

 

Hetta fekk Kringvarpið at ljóða sum um, at eg í 2007 mælti til, at øll fiskirættindi skuldu seljast umvegis eina almenna uppboðssølu.

 

Men tað sum tíverri ikki kom fram, var at talan var einans um at geva landinum heimild at selja nýggj og óbrúkt rættindi. T.v.s. ein rættiliga avmarkaðan og greitt lýstan part.

 

Eg havi ongantíð mælt til, at øll rættindi skulu seljast á almennari uppboðssølu, soleiðis sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður og samgongan arbeiða við uppskoti um.

 

Við øðrum orðum! Mín støða er ikki broytt. Og uppskotið frá Sambandsflokkinum inniheldur júst tað sama: heimildina hjá landinum at selja nýggj og óbrúkt rættindi.

 

Spell at Kringvarpið hesaferð valdi at grugga málið, heldur enn sakliga (objektivt) at lýsa fyrimunir og møguligar vansar við uppskotinum.

 

Bjørn Kalsø

løgtingsmaður


RN


Aftur