Hví verjir landsstýrið monopolið í loftferðsluni?

6. desember 2016


Føroyski brúkarin má aftur setast í miðdepilin, og monopolstøðan má halda uppat, so at marknaðurin aftur kann áseta rættan prís á flogferðum


Fyrispurningur til landsstýrismannin í vinnumálum, Poul Michelsen, á Løgtingi í morgin, mikudagin  7. desember 2016:

 

1. Ætlar landsstýrismaðurin í vinnumálum, at norðurlendska flogfelagið SAS og skotska Loganair, ið bæði hava søkt landsstýrið um loyvi til at flúgva upp á Føroyar, skulu fáa hesi loyvi – og um so er: nær verða hesi loyvi givin?

 

2. Ætlar landsstýrismaðurin í vinnumálum at seta føroyska brúkaran í miðdepilin, ella vil landsstýrismaðurin heldur verja føroyska loftferðslumonopolið ímóti kapping, hóast flestir føroyingar munnu ynskja sær kapping á loftferðsluøkinum?

 

Viðmerkingar

 

Føroyingar fegnast um, at SAS og Loganair hava søkt landsstýrið um loyvi til at flúgva upp á Føroyar.

 

Hetta er positivt, tí í mong ár hava føroyingar knógvað undir einum almennum loftferðslumonopoli við alt ov høgum ferðaseðlaprísum.

 

Í fjølmiðlum frættist tó, at landsstýrismaðurin í vinnumálum skal hava fingið kaldar føtur, og at hann skal aftra seg við at lata norðurlendska felagnum, SAS, loyvi til at flúgva millum Vágar og Keypmannahavn.

 

Vónandi er landsstýrið ikki protektionisktiskt, og vónandi dugur landsstýrismaðurin at síggja tað virðismikla í fríari kapping.

 

Fá ivast í, at Atlantsflog er ment at kappast, og sum aðrar fyritøkur má eisini Atlantsflog laga seg til nýggjar tíðir og broyttar umstøður.

 

Vága Floghavn er útbygd júst fyri at tryggja Føroyum bestu umstøður á loftferðsluøkinum, og eitt høvuðsendamál er eisini at fáa fleiri flogfeløg at flúgva upp á Føroyar?

 

Føroyski brúkarin má aftur setast í miðdepilin, og monopolstøðan má halda uppat, so at marknaðurin aftur kann áseta rættan prís á flogferðum.

 

Edmund Joensen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur