Helgi Abrahamsen spyr um vegin til Selatraðar

15. desember 2016


Helgi Abrahamsen, sum hesa vikuna hevur sætið á tingi, hevur sett Henriki Old, landsstýrismanni, ein § 52a fyrispurning um vegin til Selatraðar


”Er nøkur ætlan um at asfaltera strekkini á Selatraðarvegnum, sum vórðu breiðkað fyri nógvum árum síðani, men sum tó ongantíð blivu asfalterað?” Tann spurningin hevur Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, sett Henriki Old, landsstýrismanni.

 

Í viðmerkingunum til spurningin sigur Helgi Abrahamsen, at fyri nógvum árum síðani vórðu tvey strekki á Selatraðarvegnum breiðkað, men asfalt varð tó ongantíð lagt á tey. Annað strekkið er beint sunnanfyri Morkranes og hitt er millum Morkranes og Selatrað.

 

”Í eini 10 – 15 ár hava hesi vegastrekki ligið liðugt gjørd, men tey verða tó ikki brúkt, tí bilarnir koyra á gomlu vegsíðuni, tí har er asfalt á,” sigur Helgi Abrahamsen.

 

Í 2012 varð eitt annað vegastrekki, beint norðanfyri Kolbanargjógv breiðkað og asfalterað, og tað hevur verið til stóra nyttu fyri tey sum ferðast eftir vegnum.

 

”Tað má sigast at vera stórt spell, tá pengar verða nýttir til at bøta um ein veg, at tað seinasta sum restar í at fáa arbeiðið liðugt, er forðing fyri at nytta fæst burturúr umvælingini,” sigur Helgi Abrahamsen.

 

Sambært tingskipanini skulu landsstýrisfólk svara fyrispurningum av hesum slagnum innan 10 yrkadagar, frá tí at spurningurin er latin inn.

 

Sambandsflokkurin


RN


Aftur