Helgi Abrahamsen spyr um vandan fyri hoyriskaðum

16. desember 2016


Hóast dømi eru um, at fólk hava fingið varandi hoyriskaðar av hørðum tónleiki á almennum støðum í Føroyum, so bendir einki á, at nøkur lóggáva er á økinum. Helgi Abrahamsen, sum hesa vikuna hevur sæti á tingi, hevur sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, ein § 52a fyrispurning um hetta


”Dømi eru um, at fólk hava fingið varandi hoyriskaðar, eftir at tey hava vitjað á almennum støðum, har harður tónleikur varð spældur.” Tað sigur Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, sum hevur sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, ein § 52a fyrispurning um ljóðstyrki og hoyriskaðar.

 

Helgi Abrahamsen spyr, um nøkur lóg er fyri, hvussu harður tónleikur kann verða spældur á almennum støðum. Hann vil eisini hava at vita, hvørjar reglur verða brúktar í sambandi við konsertir, festivalar og onnur líknandi tiltøk, og eisini spyr hann, um landsstýrið hevur ætlanir um at gera nakra lóg um hesi viðurskiftini, um so er at eingin lóg er galdandi.

 

Helgi Abrahamsen vísir á, at hoyriskaðar er ein vaksandi trupulleiki í okkara parti av heiminum.

 

”Serliga ungdómar eru nógv útsettir fyri at fáa hoyriskaðar, millum annað tí at tey ganga við proppum í oyrunum, haðani tey hoyra tónleik úr til dømis fartelefonini, og eisini á nógvum almennum støðum, bæði innandura og uttandura, er harður tónleikur at hoyra,” sigur hann.

 

Kanningar vísa, at fólk sum eru í ljóði sum er meira enn 120 db í meira enn tríggjar minuttir, kunnu rokna við at fáa varandi skaða í hoyrnina.

 

Sambandsflokkurin


RN


Aftur