Ársveitslan hjá Sambandsflokkinum

18. januar 2017



Sambandsflokkurin skipar fyri ársveitslu, leygardagin 11. mars 2017, kl. 19.00 - sama dag, sum Landsfundurin verður hildin.

 

Veitslan verður hildin á Hotel Vágar.

 

Matskrá verður við 3 rættum, íroknað drykkivørur.

 

 

Undirhald verður til veitsluna.

 

Kostnaðurin er 200 kr. fyri hvønn, og peningurin verður at flyta á konto í Bank Nordik, reg.nr. 6460 - kontonr. 548.652.3, og viðmerkjast skal Fornavn og Eftirnavn.

 

Freistin at tekna seg er, týsdagin 28. februar 2017.

 

Um fólk ynskja tað, kann leigast kamar, við morgunmati. Ringjast skal til Hotel Vágar, tlf. 309090, og viðmerkjast skal, at talan er um ársveitslu hjá Sambandsflokkinum.

 

Møguligir spurningar kunnu svarast við at venda sær til skrivstovuna, tlf. 312492.

 

Vinarliga

Sambandsflokkurin



Aftur