Nú má onkur vakna

31. januar 2017


Tað gongur ongan veg hjá sitandi samgongu. Nú má politiska skipanin finna útav, um hon ætlar sær at koma víðari ella ikki


Nógvar ætlanir um nýskipanir

Stutt eftir, at eg kom á ting í 2008 varð eg valdur at sita í tveimum serligum nevndum.

 

Onnur var stjórnarskipanarnevndin og hin var pensjónsbólkurin.

 

Bæði hesi arbeiðini høvdu tá longu verið á breddanum í nógv ár.

 

Stjórnarskipanararbeiðið byrjaði í 1999 og pensjónsarbeiðið byrjaði so smátt í valskeiðinum frá 1994 til 98. Bæði arbeiðini komu næstan á mál í 2011 - 2012.

 

Stjórnarskipanararbeiðið varð beint aftur í nevnd sama dag sum løgtingið skuldi atkvøða um tað, og uppskotini um nýggja pensjónsskipan (tey vóru fleiri í tali) fingu fyrstu viðgerð og vórðu beind í ymiskar løgtingsnevndir, men komu ongantíð úr aftur nevndunum.

 

Eitt annað arbeiði, sum eg ikki sjálvur var við í, men sum nógv varð arbeitt við øll árini, var fiskivinnunýskipanin. Tað arbeiðið byrjaði í 2007, tá øll loyvi vórðu søgd at fara úr gildi í 2018.

 

Umframt hesi málini varð okkurt sjúkrahúsálit skrivað, fyri at fáa staðfest, hvussu sjúkrahúsverkið skuldi skipast í framtíðini, og arbeitt var eisini við at finna grønar orkuskipanir.

 

2017 og vit hava ikki flutt okkum ein tumma

Nú skriva vit 2017, og løgtingið viðgerð so fá mál og hevur so fáar fundir, sum vit neyvan hava sæð áður.

 

Síðani løgtingið fór í jólafrí tann 19. desember hava bara tveir fundir verið, og eingin fundur verður aftur fyrr enn 7. februar.

 

- Hví?

 

Tí arbeitt verður við at fyrireika ”tey stóru málini”, verður sagt.

 

- Og hvørji eru so tey?

 

Jú, somu mál, sum vit meira ella minni arvaðu og løgdu seinastu hond á í valskeiðinum 2008 til 2012.

 

Vit hoyra um pensjónsskipan, stjórnarskipan og fiskivinnunýskipan.

 

Enn eitt sjúkrahúsálit er skrivað, og arbeitt verður eisini við grønum orkuloysnum. Og vit hoyra, at langt er millum partarnar – longri enn tað var fyri 8 árum síðani.

 

Landsstýrið, sum nú situr kom til valdið, tí Føroyar høvdu brúk fyri nýskipanum - sum framvegis eru líka langt burtur sum tær vóru fyri 8 árum síðani.

 

Nú má politiska skipanin finna útav, um hon ætlar sær at koma víðari ella ikki.

 

Helgi Abrahamsen


RN


Aftur