Landsfundur Sambandsfloksins 2017 - skrá

13. februar 2017


Skráin fyri Landsfundin í Vágunum, á Hotel Vágar


Sambandsflokkurin skipar fyri Landsfundi, leygardagin 11. mars 2017, kl. 08.30-15.30 - í Vágunum, á Hotel Vágar.

 

Uppskot til viðgerðar á landsfundinum skulu verða skrivstovuni í hendi í seinasta lagi, 1. mars 2017, og skulu sendast skrivliga til: samband@olivant.fo

 

Stroyming: Landsfundurin verður stroymaður frá, kl. 10.00 til kl. 12.00 og síðan frá, kl. 13.00 til kl. 15.30.

 

Sambandsflokkurin bjóðar eftir Landsfundin til ársveitslu, kl. 19.00 á Hotel Vágar. Freistin at tekna seg er, týsdag 28. februar. Sí nærri lýsing um tilmelding her á heimasíðu og Facebook-síðu Sambandsfloksins: Ársveitslan hjá Sambandsflokkinum

 

 

SKRÁIN FYRI LANDSFUNDIN
 

Kl. 08.30  Morgunmatur og drekka

 

Kl. 09.00  Aðalfundur 


Val av orðstýrara

 

1. Formaðurin bjóðar vælkomið og setir fundin

2. Floksskrivarin greiðir frá virki felagsins 

3. Kassameistarin greiðir frá fíggjarligu støðuni grundað á grannskoðaða roknskapin 2013

4. Viðgerð av innkomnum uppskotum

5. Val av:

          a. Formanni í Landsfelag Sambandsfloksins

          b. Næstformanni í Landsfelag Sambandsfloksins

          c. Grannskoðara og varagrannskoðara

6. Ymist

 

Framhald við hesi skrá …..

 

Kl. 10.00  Formansfrágreiðing - upplegg til politiskt orðaskifti 

Kl. 10.30  Politiskt orðaskifti - viðmerkingar, spurningar, uppskot o.a. Helgi Abrahamsen leiðir og stýrir (facilitator)

 

Kl. 12:00  Matarsteðgur

 

Kl. 13.10  Gestarøðari: Ikki avgjørt enn, Venstre

Kl. 13.50  Framløga: Politiska ungdómsarbeiðið í Sambandsflokkinum, Eyðbjartur S. Skaalum, formaður í US

Kl. 14.10  Framløga: Verkætlan - Politikkmenning í Sambandsflokkinum. Magni Laksáfoss, næstformaður og verkætlanarleiðari

 

Kl. 14.30  Steðgur
 

Kl. 14.45  Framløga: Menning og vøkstur í flogferðsluni og ferðavinnuni. Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn

Kl. 15.20  Formaðurin tekur samanum

Kl. 15.30  Fundurin lokin

Kl. 19.00  Ársveitsla

 

 



Aftur