Sera væl eydnað ráðstevna um grøna orku
12. apríl 2017
Ráðstevnan, sum Sambandsflokkurin skipaði fyri fríggjadagin 7. apríl var sera væl eydnað og alt gekk sum eftir ánni
Nógv fólk vóru møtt, umleið 100, bæði frá politisku skipanini, vinnuligir aktørar, umboð fyri kommunur, lesandi og onnur áhuga.
Nógv nýggj og spennandi vitan kom fram á ráðstevnuni og luttakararnir fingu eina greiða fatan av, hvat er neyðugt at gera politiskt og tøkniliga á orkuøkinum komandi árini.
Politisku visjónirnar og høgu málini á orkuøkinum fram til 2030 seta stór krøv. Tí verður neyðugt við størri samstarvi millum almennu myndugleikarnar og vinnuna, bæði um nýggja og betri lóggávu til vinnuna at virka undir og um fígging.
Á ráðstevnuni varð víst á fleiri ítøkilig átøk, sum skulu setast í verk komandi árini, fyri at tryggja eina málrættaða og mennandi gongd á grøna orkuøkinum.
Sí fleiri myndir á Facebook-vegginum hjá Sambandsflokkinum: Facebook - Sambandsflokkurin
Framløgur
Magni Laksáfoss, ábyrgd av ráðstevnuni: Innleiðing til ráðstevnu - Frá olju til vind
Peter Jørgensen, Energinet.dk: Danske erfaringer med integration af vindkraft
Vilhjálmur Nielen, orkuserfrøðingur: Innførsla av vindorku í Føroyum
Terji Nielsen, SEV: Grøna kósin
Hendrik Egholm og Finn Jacobsen, Magn: Hvussu langt eru vit komin við varandi orku? Og hvørji stig eru neyðug?
Jóhan í Niðristovu, Røkt: Goymsla av varandi orku við Pumped-Storage
Thormann Kruse, VITorka: APC-skipanin: Laststýring, goymsla og systemtænastur
RN
Aftur