Sambandsflokkurin vitjan frá Vinstra

21. mai 2017


Fólkatingslimurin Hans Christian Schmidt frá Vinstra í Danmark, saman við einum ferðalag, hava vitjað Sambandsflokkin. Tey hava ferðast ymsa staðnis í landinum, m.a. vitjaðu tey Saltsiloina á Drelnesi


Sambandsflokkurin hevði vitjan frá systirflokkinum Vinstra í Danmark, fríggjadagin 19. og leygardagin 20. mai. Tað var Hans Christian Schmidt, fólkatingslimur fyri Vinstra og fyrrverandi ministari innan Matvøru, Umhvørvi umframt Transport- og bygningsministari, sum stóð fyri ferðini til Føroya, og Sambandsflokkurin hevur gjørt skránna saman við honum.

 

Í ferðalagnum vóru: Kirsten Rudiengaard og Preben Rudiengaard, Ulla Hansen og Erik Hansen, Helen Therkelsen og Mogens Therkelsen, Birgitte Raunholt og Hans Christian Schmidt. Talan er um fyrrverandi politikarar og vinnulívsfólk.

 

Fríggjadagin 19. mai varð vitjað í Løgtinginum og seinnapartin í Norðurlandahúsinum, á bóndagarðinum í Kirkjubø og at enda ein vitjan á Velbastað privat hjá Annfinn Brekkstein, limi í Tórshavnar Býráð.

 

Í gjár leygarmorgun 20. mai, gekk leiðin til Suðuroyar við Smyrli.

 

Við á ferðini til Suðuroyar varð eisini Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin og fyrrverandi fólkatingslimur.

 

Fyrrapartin varð vitjað í Fámjin og Vági - ein túr á Hotel Bakkin og síðan í Páls Høll. Eisini varð gjørdur ein túrur til Sumbiar, Akraberg, Hvalba og Sandvíkar.

 

Á Tvøroyri bjóðaði borgarstjórin, Kristin Michelsen, til kaffi og køkur, heima hjá sær í Froðba.

 

Síðan varð farið til Saltsiloina, nýggja mentanarhúsið í Suðri. Ólavur Rasmussen, verkætlanarleiðari, greiddi frá um húsið og gongdina í byggiverkætlanini. Ólavur hevði eisini fingið Tróndur H. Enni og Eyðun Ásason at undirhalda - sera gott og ljóðviðurskiftini í topp.

 

Verkætlanin er stuðlað úr Danmark við eini 2/3 av samlaða byggikostnaðinum - frá Fólkatinginum og Mærskgrunninum. Restin er fíggjað av Løgtinginum.

 

Stórt gestablídnið í Havn, Kirkjubø, Velbastað og í Suðri, allastaðnis har tey komu - sí myndir: www.facebook.com

 

Á myndini síggjast frá vinstru: Hans Christian Schmidt, Edmund Joensen og Kristin Michelsen.

 

Í dag gongur leiðin aftur til Danmarkar.


RN


Aftur