Alternativ fakta í røttum propagandastíli

31. mai 2017


Hví heldur Kringvarpið fram við at eta úr lógvunum hjá Tjóðveldi?


Politiska samstarvið millum KVF og Tjóðveldi fram móti fólkaatkvøðuni um tjóðveldisgrundlógina næsta ár sær út til at vera byrjað.

 

Hetta líkist politiskari partroling.

 

Eta úr lógvunum hjá Tjóðveldi

Hesaferð hevði Tjóðveldi – fyri danskar pengar av Christiansborg, sjálvandi – framleitt eina ”veljarakanning”.

 

KVF útvarpaði tað fantastiska úrslitið floksins vegna: Nógv ætla á val! Stórur meiriluti er fyri stjórnarskipan! Nú vilja føroyingar hava ”sjálvstøðu”! (les: loysing).

 

Fupp ella fakta?

 

Tað reina fupp.

 

Mikrofonhaldarar kanna einki

Tjóðveldi er, sum vera man, friðað í KVF, og tí fara ”tíðindafólk” ikki niður í nakran substans hesum viðvíkjandi.

 

Høvdu tey verið kritisk, sum tíðindafólk eiga og skulu vera, høvdu tey skjótt sæð, at spurningar í kanningini eru leiðandi út um alt mark.

 

Tak til dømis henda spurning:

 

”Metir tú tað vera TÝDNINGARMIKIÐ, at Føroyar fáa EGNA stjórnarskipan?”

 

Politiska løðingin er øðilig. Hetta eru tjóðveldisvendingar og politiskt lødd orð, sum Gallup ikki eigur at bera út til fólk.

 

Skuldi man spurt við øvugtun forteknum, so kundi ein spurningur verið: ”Ert tú RÆDDUR fyri AVLEIÐINGUNUM av LOYSINGINI, sum Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi ætla at LIRKA OG LUMPA ígjøgnum, hóst føroyingar TAKA UNDIR VIÐ RÍKISFELAGSSKAPINUM sum sjáldan áður?”

 

Ein stovnur sum Gallup Føroyar eigur at halda seg ov fakligan til at nerta politiskt snaraðar spurningar. Spurningar í veljarakanningum skulu vera neutralir og sera væl umhugsaðir, og teir skulu als ikki taka politisk atlit.

 

Veruligu spurningarnir

Í veruleikanum eru fleiri tættir at taka støðu til.

 

Vilja veljarar hava eina nýggja stýrisskipan at seta í staðin fyri verandi stýrisskipan? Ella vilja veljarar hava eina tjóðveldisgrundlóg, sum fer at ávirka støðu Føroya í Ríkinum og Ríkisfelagsskapinum í ólukkumát?

 

Vil man spæla sær av við ríkisborgararættindi, sum Føroyingar njóta gott av í stóran stíl, bert tí at Tjóðveldi vil trýsta eina tjóðveldisgrundlóg niður yvir føroyingar – fyri síðani at loysa Føroyar úr Ríkisfelagsskapinum?

 

Vilja veljarar hava ”sjálvstøðu”, sum merkir loysing? Hví sníkja orðið loysing inn í spurningin við at umdoypa hugtakið til ”sjálvstøðu”?

 

Og so er spurningurin eisini, um veljarakanningina herfyri, sum vísti, at stórur meiriluti av føroyingum vilja varðveita Ríkisfelagsskapin. Hvussu hongur tann kanningin saman við”tjóðveldisveljarakanningini”, sum KVF bara varpar út til fólk uttan nakra kritiska eftirkanning?

 

At KVF letur mikrofonhaldarar bera føroyingum manipuleraðar veljarakanningar – ”Alternativ Fakta” kalla tey tað aðrastaðni – er ikki í lagi.

 

Hetta er ikki bert ein undirmeting av føroyingum. Tað er eisini ímóti øllum tí, sum ein útvarpsstøð – fíggjað við skattakrónum hjá tær og mær – eigur at standa fyri.

 

Stramman justits

Eg fari at heita á kringvarpsnevndina um at gera sína skyldu og at halda stramman justits við øllum tí politiskt lødda tilfarinum, sum ”journalistar” fara at senda út til lurtarar og hyggjarar fyri at ávirka opiniónina.

 

Fari eisini at mæla øllum føroyingum til at vera óvanliga kritiskar mótvegis tí, sum KVF fer at leika í við fram móti fólkaatkvøðuni um tjóðveldisgrundlógina.

 

Edmund Joensen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur