
Floksformenn hittast
11. juni 2017
Bárður S. Nielsen og Lars Løkke Rasmussen hava skift orð um politisk mál av felags áhuga
- Sambandsflokkurin og Vinstri eru á felags kós, tá ið talan er um Ríkisfelagsskapin. Okkara millum er full semja um at styrkja felagsskapin og at menna samstarvið til gagns fyri øll trý londini í felagsskapinum.
Hetta sigur Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, ið hevur hitt formannin í Vinstra, Lars Løkke Rasmussen, ið sum kunnugt eisini er forsætisráðharri Danmarkar.
Floksformenninir báðir hava sera gott samband og á fundi í Forsætismálaráðnum skiftu teir m.a. orð um týðandi, aktuel politisk mál av felags áhuga.
- Meðan summi í politiska landslagnum bert síggja forðingar, hava flokkar okkara í staðin fokus á møguleikar fyri samstarvi og felags úrslitum, sum Ríkisfelagsskapurin gevur okkara londum. Hetta er leiðin, sum gevur øllum føroyingum enn fleiri møguleikar, sigur Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.
RN
Aftur