Ungmannafelagið Samband nýtt búmerki

20. juli 2017


Ungmannafelagið Samband hevur fingið nýtt búmerki. Harvið hevur felagið nú fingið betri møguleikar at profilera síni politisku sjálvstøðugu sjónarmið, og vísa, hvat felagið stendur fyri í sínum ungdómspolitiska virksemi


Ungmannafelagið Samband hevur í seinastuni arbeitt við at gera eitt nýtt búmerki, ið betri kann lýsa ungmannafelagið og tess ungdómspolitiska virksemi.

 

Búmerki hava fyrr verið nýtt, men seinastu árini hevur Ungmannafelagið brúkt búmerkið hjá móðurflokkinum. Ungmannafelagið Samband hevur nú, saman við móðurflokkinum, tikið stig til at skapa egið búmerki, ið einans umboðar ungmannafelagið.

 

Ungmannafelagið hevur egnar og sjálvstøðugar áskoðanir, og tískil kann felagið vera bæði samt og ósamt í útsøgnum hjá móðurflokkinum.

 

Á búmerkinum sæst ein fuglur, ið skal ímynda liberalismuna. Sum sosial-liberalur felagsskapur trýr felagið uppá vinnuligt frælsi og eisini frælsi hins einstaka - tað persónliga frælsi. Felagið ynskir, at allir borgarar trívast í føroyska samfelagnum og verða eins viðfarnir.

 

Blái liturin er litur Sambandfloksins og ímyndar borgarliga samleikan.

 

Eitt land uttan samstarv er sum ein fuglur uttan veingir.

 

Tað er Dánjal Árni Haraldsen, sum hevur gjørt búmerkið.

 

Nevndin í Ungmannafelagnum Samband


RN


Aftur