Stjórnarskipanin er loysing

15. august 2017


Sonevnda ”stjórnarskipanin” stríðir ímóti Grundlógini, Stýrisskipan Føroya, Heimastýrisskipanini, Tingskipanini og vanligum lóggávusiði í landi okkara


Hóast Føroyar longu eru ein tjóð við sjálvsavgerðarrætti, fer sonevnda ”stjórnarskipanin” at bera loysingina við sær, um hon verður samtykt flaggdagin næsta ár.

 

Útlitini eru, at við ”stjórnarskipanini” skulu Føroyar loysa frá Ríkinum og Ríkisfelagsskapinum.

 

Orsøkin er, at hon stríðir ímóti allari yvirskipaðari lóggávu í Føroyum.

 

Sannlíkt er, at ”stjórnarskipanin” fer at skapa ein løgfrøðiligan og politiskan samanbrest millum Føroyar og hollu samstarvsfelagar okkara í Danmark.

 

GRUNDLÓGARSTRÍÐ Í VÆNTU

Eitt grundlógarstríð sæst í havsbrúnni, og tað kemst av, at í ”stjórnarskipanini” stendur millum annað, at eingin lóg kann setast í gildi fyri Føroyar, uttan at Løgtingið hevur samtykt hana.

 

Við øðrum orðum er ætlanin at taka alt vald.

 

Føroyar hava ikki lóggávuheimild á øllum økjum. Eitt nú hevur Løgtingið ikki heimild til at lóggeva um Hægstarætt, gjaldoyra- og peningapolitikk og á uttanríkis-, trygdar- og verjupolitiska økinum, tí hetta eru málsøki, ið ikki kunnu yvirtakast.

 

Skal ætlanin hjá samgonguni um eina ”stjórnarskipan” gerast til veruleika, má annaðhvørt Grundlógin broytast, ella mugu Føroyar fara úr Ríkinum og Ríkisfelagsskapinum. Soleiðis er støðan, og tað er hetta seinna – loysingin – sum verður framt.

 

Heldur enn at koma opið og erliga inn gjøgnum høvuðsdyrnar og greiða føroyingum frá, at nú vil samgongan hava loysing, velja tey bakdyrnar og vilja sníkja loysingina ígjøgnum við einari ”stjórnarskipan”, ið skal syndra Ríkið og Ríkisfelagsskapin løgfrøðiliga og politiskt. 

 

GRUNDLÓGIN ER GALDANDI Í FØROYUM

Eingin ivi er um, at Grundlógin er galdandi í Føroyum. Tað prógva eisini dómar, ið eru avsagdir í Føroya Rætti, Eystara Landsrætti og Hægstarætti.

 

Kortini royna summir politikarar og løgfrøðingar at greiða føroyingum frá, at hvørki Grundlógin ella Heimastýrislógin eru galdandi fyri Føroyar, og at Grundlógin bert er okkurt hissini skjal, ið kann leggjast til viks ella broytast so, sum man hevur hug til.

 

Í sonevndu ”stjórnarskipanini” er Grundlógin – tilvitað – ikki nevnd við einum orði. Har skal Grundlógin ikki viðurkennast sum ein lóg. Heldur verða Ríkisfelagsskapurin og Grundlógin ílatin sjálvgjørd heiti so sum ”stjórnarrættarligur sáttmáli” ella ”altjóða sáttmáli”.

 

Veruleikin er, at Grundlógin sjálvandi er lóg, og hon stendur oman fyri allar aðrar lógir í landinum. Hon er galdandi fyri øll málsøki – eisini tey, ið eru yvirtikin. Hon útvegar øllum føroyingum grundleggjandi og dýrabar ríkisborgararættindi, og tann mest týðandi funktiónin, ið Grundlógin hevur, er at verja fólkið ímóti politikarum.

 

FØROYINGAR FÁA EINA TÁTU

Meðan politikarar í Føroyum hava sitið uppi yvir henni í áravís, hevur sonevnda ”stjórnarskipanin” av taktiskum orsøkum havt fleiri nøvn.

 

Undir fullveldissamgonguni, sum eisini vildi loysing, kallaðist tað ein ”grundlóg”. Eftir hetta linkaðu tey heitið og kallaðu ”grundlógina” eina ”stjórnarskipan”. Síðani hevur samgongan roynt at gera ”grundlógina” upp aftur linari við heitinum ”samleikaskjal”.

 

Hetta er sum at geva føroyingum eina tátu.

 

Týðandi er tó, at eingin letur seg lumpa av skiftandi nøvnum.

 

Fakta er, at politikarar úr samgonguni hava á Løgtingsins røðarapalli og í útlendskum fjølmiðlum sagt, at ”stjórnarskipanin” er byrjanin til, at Føroyar skulu loysa og gerast fullveldisland, og at sama ”stjórnarskipan” skal vera grundlóg fyri Føroyar.

 

Tí er einki at ivast í: ”stjórnarskipanin” er í roynd og veru amboðið til loysingina.

 

HVØNN STATUS HEVUR ”STJÓRNARSKIPANIN”?

Løgmaður hevur alment ført fram, at sonevnda ”stjórnarskipanin” ella ”samleikaskjalið” skal standa undir liðini á okkara Grundlóg. Øll vita, at hetta letur seg ikki gera, uttan at Føroyar fara úr Ríkinum og Ríkisfelagsskapinum. Onnur í samgonguni halda fast um, at ”stjórnarskipanin” skal vera oman fyri Grundlógina. 

 

Í ”stjórnarskipanini” er tó einki nevnt um, hvønn status hon hevur. Hon verður hvørki skilmarkað sum lóg, løgtingslóg ella politisk proklamatión. Hon verður bert nevnd ”stjórnarskipan”, og hon virðir hvørki Grundlógina ella Heimastýrisskipanina.

 

Margháttligt er, at ongar viðmerkingar fylgja við ”stjórnarskipanini”, og tað er beinleiðis brot á Tingskipanina. Uttan útgreinandi viðmerkingar ber ikki til at tulka ivamál, sum kunnu koma. Soleiðis verða dómstólarnir settir til viks.

 

Løgfrøðiliga er hetta púra óbrúkiligt, men politiskt er hetta funnin fressur til at skapa stríð og órógv við.

 

Afturat hesum skal gangast uttan um Løgtingið, tí ”stjórnarskipanin” skal fremjast við fólkaatkvøðu, og løgmaður førir eisini fram, at fólkið er oman fyri Løgtingið og landsstýrið.

 

Álvaratos.

 

Eru Føroyar ikki longur eitt umboðandi fólkaræði, har ið fólkavalda Løgtingið gevur landsstýrinum mandat til at stýra landinum fólksins vegna? Eru tað nú veljararnir, ið skulu smíða lógir í Føroyum?

 

SJÁLVSAVGERÐARRÆTTUR KANN MISSAST

Sum áður nevnt eru Føroyar tjóð við sjálvsavgerðarrætti. Tað hevur sjálvt stjórnin í Keypmannahavn viðurkent fyri langari tíð síðani.

 

Tó hevur sonevnda ”stjórnarskipanin” eina áseting um føroyskan sjálvsavgerðarrætt.

 

Hugsa tær, um føroyingar vraka ”stjórnarskipanina”, so sum veljarakanningar benda á? Tá kann avleiðingin verða, at Føroyar missa sjálvsavgerðarrættin, ið vit øll eiga í felag.

 

Hetta má ikki henda.

 

Soleiðis kann man ikki spæla sær við Føroyum og føroyingum.

 

TÚ VEITST HVAR TÚ HEVUR SAMBANDSFLOKKIN

Í Sambandsflokkinum eru vit hóvlig, semjusøkjandi og samstarvssinnað, og hvønn dag arbeiðir flokkurin hart fyri Føroyum og føroyingum, sum skulu trívast og byggja okkara fantastiska land.

 

Men vit taka ikki undir við sonevndu “stjórnarskipanini”, tí tað er at spæla hasard við føroyingum.

 

Støðan hjá Sambandsflokkinum er klár sum krystall. Vit halda okkum til Grundlógina, tí hon tryggjar føroyingum ríkisborgaraskap og hópin av ríkisborgararættindum, sum øll njóta gott av. Føroyingar hava atgongd til tað besta úr tveimum fantastiskum og framkomnum londum.

 

Felagsskapurin útvegar øllum føroyingum mest møguligt persónligt frælsi, og hann er við til at tryggja eitt kappingarført vælferðarsamfelag fyri ung og eldri í Føroyum.

 

Við ríkisborgaraskapinum hava allir føroyingar atgongd til alt, sum Ríkið bjóðar, og við reyða passinum í hondini røkka vit møguleikum langt út um Ríkisfelagsskapin. Til dømis eru einastandandi møguleikar fyri at arbeiða og virka í ES, hóast Føroyar ikki hava ES-limaskap, og útbúgvingarmøguleikarnir eru nærmast óendaligir.

 

Verður “stjórnarskipanin” samtykt, hvørva allir fyrimunir, og tað er ein sannroynd, at livifóturin í Føroyum viknar munandi, tá ein milliard krónur verður tikin út úr føroysku vælferðini hvørt ár frameftir.

 

Sum føroyingur mást tú velja, hvat ið tú vilt fyri framtíðina hjá tær, tínum børnum, og teirra børnum.

 

Kemur sonevnda “stjórnarskipanin” til fólkaatkvøðu næsta ár, er talan um eitt álvarsligt val, ið fær ávirkan á teg og tínar eftirkomarar í alla framtíð.

 

Sí annars lýsing frá Sambandsflokkinum: Stjórnarskipanin er loysing

 

Sambandsflokkurin

 


RN


Aftur