Bárður S. Nielsen spyr løgmann um ætlaðu stjórnarskipanina

22. august 2017


Til løgtingsfundin í morgin 23. august 2017, hevur Bárður S. Nielsen, løgtingsmaður og formaður í Sambandsflokkinum, sett Aksel V. Johannesen, løgmanni, ein munnligan fyrispurning um ætlaðu stjórnarskipanina


Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

 

1. Metir løgmaður, at uppskotið til stjórnarskipan uppfyllir krøvini til lógaruppskot, sum eru ásett í Tingskipanini ?

2. Ætlar løgmaður at geva øllum flokkum á Tingið somu atgongd til embætisverkið, nú teksturin í stjórnarskipanini skal greinast fyri føroyingum ?

 

Bárður S. Nielsen, løgtingsmaður, sigur í sínum viðmerkingum til fyrispurningin, at løgmaður hevur í miðlunum boðað frá, at nú fer samgongan at miðla stjórnarskipanina, ið smb. Løgmanni sjálvum, annars ikki er eitt samgongumál, á ein einfaldan og vælskiljandi hátt, soleiðis at tað er lættari og skjótari at seta seg inn í, og skapa sær eina meining um.

 

Víðari sigur løgmaður, at samgongan fer at gera meira kunningartilfar, so innihaldið verður miðlað á ein meira einfaldan hátt, og at fleiri fólk vónandi fara at luttaka í kjakinum. Og at hóast freistin er farin, so verður framhaldandi møguligt at senda viðmerkingar, bæði til Løgmansskrivstovuna, ið síðani koyrir viðmerkingar víðari til Løgtingið, og beinleiðis til Løgtingið.

 

Bárður S. Nielsen heldur, at her kemur bland í uppbýtið millum lóggevandi valdið, ið er Løgtingið, og útinnandi valdið, ið er Landsstýrið.

 

Vónandi fer løgmaður at virða allar partar í málinum, soleiðis at eisini tey, ið ikki eru samd við tulkingini hjá løgmanni, fáa sama møguleika til at brúka embætisverkið, eftir at málið er latið Løgtinginum til viðgerðar.

 

Tingskipanin ásetir, at lógaruppskot skulu innihalda viðmerkingar, bæði almennar og serstakar viðmerkingar til hvørja grein sær, har greitt verður frá innihaldinum av hvørjari einstakari grein í uppskotinum. Eisini skal her verða greitt frá ætlanini við greinini, og hvussu hon skal skiljast.

 

At enda sigur Bárður S. Nielsen í sínum viðmerkingum til munnliga fyrispurningin, at eisini verður ásett í tingskipanini, at Løgtingsformaðurin skal, eftir at hava fingið samtykki frá formansskapinum, mæla Løgtinginum til at vísa burtur uppskot, sum ganga í móti stýrisskipanarlógini ella tingskipanini. Tað kann tí undra, at Løgmaður ætlar at leggja stjórnarskipanina fyri Løgtingið, ið ikki fylgir ásetingunum í Tingskipanini, og spennandi verður at síggja um tingskipanin verður fylgd í hesum týdningarmikla málið fyri Føroyar.

 

Sambandsflokkurin


RN


Aftur