Magnus Rasmussen spyr Sirið Stenberg um rúsdrekka- og rúsevnamisnýtslu í Føroyum

22. august 2017


Til løgtingsfundin í morgin 23. august 2017, hevur Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein munnligan fyrispurning um rúsdrekka- og rúsevnamisnýtslu í Føroyum


Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

 

1. Hvørjar yvirskipaðar ætlanir hevur landsstýrið við rúsdrekka- og rúsevnamisnýtsluni í Føroyum?

 

2. Eru ítøkiligar ætlanir, sum vit fara at síggja aftur á landsins fíggjarlóg, fyri 2018?

 

Magnus Rasmussen sigur í sínum viðmerkingum til fyrispurningin, at vit hoyra mangan, at tað gongur væl í Føroyum. Jú, tað gongur væl í Føroyum á nógvum økjum, men tó ikki á øllum økjum. Eitt økið, sum tað ikki gongur væl á er rúsdrekka- og rúsevnaøkinum, og her hugsi eg um rúsdrekka- og rúsevnamisnýtsluna í landinum. Hesin trupulleikin er stórur og er eisini vaksandi, serliga millum ungfólk. Løgmaður tekur hetta við í ólavssøkurøðu síni og sigur m.a. soleiðis:

 

- Men summi ung tykjast vera fangað í eini marru. Tey droyma um at fóta sær og koma aftur á beint. Rúsdrekka- og rúsevnamisnýtsla er gerandisdagur fyri alsamt fleiri av okkara ungu. Men higartil hava tey undir 18 ikki fingið viðgerð í Føroyum.

 

- Í 2017 er peningur játtaður til tvey viðgerðartilboð til ung: annað er stovnurin “Frælsið” á Eiði, og hitt er Blákrossheimið, sum fer at veita ungum eitt ambulant tilboð

 

- Mangan eru tað tó samansettir trupulleikar, sum elva til misnýtsluna. Tí verður eitt breitt viðgerðartilboð eisini skipað til ung undir 18

 

- Í næstum verður aðalorðaskifti um rúsdrekka- og rúsevnapolitikk, og hvussu vit tryggja dygdargóð viðgerðartilboð til øll, sum hava viðgerð fyri neyðini.

 

At enda sigur Magnus Rasmussen í sínum viðmerkingum til munnliga fyrispurningin, at tað er í hesum sambandi, at hann setir landsstýriskvinnnuni spurningin, hvørjar yvirskipaðar ætlanir landsstýrið hevur við rúsdrekka- og rúsevnamisnýtsluni í Føroyum, og um landsstýrið hevur ítøkiligar ætlanir á økinum fyri 2018.

 

Sambandsflokkurin


RN


Aftur