Bárður S. Nielsen spyr Aksel V. Johannesen, løgmann um broyting av játtan á fíggjarlógini

26. september 2017


Til løgtingsfundin í morgin 27. september 2017, hevur Bárður S. Nielsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sett Aksel V. Johannesen, løgmanni, ein munnligan fyrispurning um broyting av játtan á fíggjarlógini


Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

 

1. Heldur løgmaður, at tað er heimilað Fíggjarmálaráðnum at broyta játtanir á fíggjarlógini, ið er samtykt av Løgtinginum, og síðani lýst av Løgmanni ?

 

2. Hvørja ávirkan metir løgmaður hetta hevði havt á inniverandi fíggjarár, um fíggjarmálaráðnum verður heimilað, at broyta allar játtanir á fíggjarlógini, so tær samsvara við materiellu heimildina ?

 

Í viðmerkingunum til munnliga fyrispurningin sigur Bárður S. Nielsen, løgtingsmaður, at nú eykajáttanaruppskot fyri august 2017-5, er lagt fyri Løgtingið, er komið fram, at samsvar ikki er millum uppruna tølini í eykajáttanini og tølini, ið vórðu samtykt av Løgtinginum og lýst av Løgmanni í desember 2016.

 

Í fíggjarlógini, sum Løgtingið samtykti og sum Løgmaður samsvarandi § 26 í stýriskipanarlógina hevur lýst, er ásett, at 22,5 mió. skulu flytast í búskapargrunn.

 

Nú eykajáttanaruppskotið er lagt fyri Løgtingið er upprunajáttan ásett til 42,8 mió. kr., ið er upphæddin í er ásett í dagførdu útgávuni av fíggjarlógini 2017.

 

Fíggjarmálaráðið hevur upplýst, at tølini er rættaði soleiðis, at tey samsvara við lógina um Búskapargrunnin, har tað verður ásett, hvussu stórur partur av yvirskotinum skal gjaldast í grunnin.

 

Um hesin leisturin verður loyvdur, kann Fíggjarmálaráðið, uttan samtykki frá Løgtinginum, broyta fleiri játtanir á fíggjarlógini, eitt nú løgujáttanir yvir verkløg, ið ganga yvir fleiri ár.

 

Higartil hevur verið galdandi, at einhvør játtan skal heimilast í fíggjarlógini, samtykt av Løgtinginum, og at ein materiell heimild ikki einsamøll gevur fígging úr landskassanum.

 

At enda sigur Bárður S. Nielsen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at tað má verða Løgtingið, ið avgerð hvørjar játtanir verða givnar til ymisku endamálini - og ikki Fíggjarmálaráðið.

 

Sambandsflokkurin


RN


Aftur