50-ára føðingardagsveitsla hjá Norðstreymoyar Sambandsfelag

28. september 2017



Norðstreymoyar Sambandsfelag skipar fyri 50-ára føðingardagsveitslu, leygardagin 11. november 2017, kl. 18.00 - sama dag, sum Heystfundurin verður hildin.

 

Veitslan verður hildin á Miðnám í Vestmanna - Fiskivinnuskúlin.

 

Matskrá verður við 3 rættum, íroknað drykkivørur.

 

 

Undirhald verður til veitsluna.

 

Kostnaðurin er 100 kr. fyri hvønn, og peningurin verður at flyta á konto í Bank Nordik, reg.nr. 6460 - kontonr. 441.342.5, og viðmerkjast skal Fornavn og Eftirnavn.

 

Freistin at tekna seg er, týsdagin 7. november 2017.

 

Møguligir spurningar kunnu svarast við at venda sær til Asbjørn Djurhuus, formaður, tlf. 235150.

 

Vinarliga

Norðstreymoyar Sambandsfelag

 

 

SKRÁ FYRI HEYSTFUNDIN 2017

 

Kl. 13.00 Kaffi/te og køkur

 

Kl. 13.30 Formaðurin bjóðar vælkomið og setir fundin

 

Kl. 13.35 Frágreiðing um støðuna í flokkinum, politisku støðuna í samfelagnum o.a.
- Formaðurin greiðir frá

 

Kl. 14.00 Politiskt orðaskifti
- Fundarluttakararnir hava orðið

 

Kl. 15.00 Steðgur

 

Kl. 15.15 Framhald av politiskum orðaskifti

 

Møguleiki verður at gera viðmerkingar og seta spurningar

 

Kl. 16.00 Fundurin lokin

-----------------------

 

Kl. 18.00 Veitsla hjá Norðstreymoyar Sambandsfelag - 50 ár



Aftur