Eitt peningaoyðslut býráð á flogi

13. oktober 2017



Herfyri samtykti Tórshavnar býráð við einum títlingabresti  at brúka eina kvart millión krónur til trý fólk í ein dag at luttaka á umhvørvismessuni Climat Planet á Islands Brygge.

 

Fyri meg og fleiri aðrar borgarar í kommununi er hetta eitt peningaoyðsl av eini aðrari verð..

 

Tað er eingin undanførsla, at Havnar kommuna noyðist at luttaka, bara tí at landsstýrið, SEV og Atlantic Airways eru við á Climat Planet. Tað líkist heldur ongum.

 

Tað man nokk verða fríggjadagurin 13. oktober, sum dregur, eftir sum hetta er dagurin, Tórshavnar býráð skal imponera restina av heiminum við einum bási.

 

Hetta er nevniliga eisini dagurin, tá Keypmannahavn er karmur um árligu mentanarnáttina.

 

Har ruku so kr. 250.000,- av skattakrónum okkara til  forkvinnuna í Náttúru- og Umhvørvisnevndini, tekniska stjóran og leiðaran á Byggi- og Umhvørvisnevndini. 

Hvør pungar út?
Tann kvarta milliónin hevði gjørt størri mun, um hon varð nýtt til eldraøkið, hóast eg væl veit, at messupengarnir eru tiknir av eini umhvørviskonto.

 

Egentliga høvdu vit svølgt Climat Planet-bitan og roynt at sodna hann í tvær vikur. Men tað gekk bara til útvarpið týsdagin kom við tí næsta skotinum, at fleiri av okkara býráðslimum nú vóru farnir til landsdyst í fótbólti í Budapest, - ikki so nógv fyri at hyggja at fótbóltsdysti, heldur ikki fyri at sparka, men fyri at hyggja eftir fótbóltsvøllum.

 

Løgið, at ferðin júst skuldi fella saman við einum landsdysti uttanlands.

 

So er tað, man spyr seg sjálvan: Hvør betalir?

 

Eru tað aftur skattaborgararnir í Tórshavnar kommunu, ið punga út?

 

Nei, eg spyrji bara.

 

Kann ikki hugsa mær, at nakar privatpersónur stendur sum innbjóðari.

 

Og hvar skal ein nýggjur fótbótsvøllur liggja?

 

Vit hava so nógvar fótbóltsvøllir í hesum lítla landi, at vit heldur áttu at fingið umboð fyri útlendskar kommunur at komið hendavegin at hugt eftir teimum.

 

Má viðganga, at eg hevði væntað mær meiri av hesum býráðnum borgarunum at gagni. 

Beate L. Samuelsen


RN


Aftur