Kaj Leo Holm Johannesen spyr Sirið Stenberg um viðgerð til børn og ung við sálarsjúku

24. oktober 2017


Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein skrivligan fyrispurning um viðgerð til børn og ung við sálarsjúku. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn


Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

 

1. Er sjúkraviðgerðin hjá børnum og ungum við sálarsjúkum nøktandi í Føroyum. Er hon í tráð við altjóða barnarættindasáttmálan, sum sigur, at børn hava rætt til eina nøktandi sjúkraviðgerð?

 

2. Er hetta økið í tráð við viðgerðir í t.d. Danmark, sum vit ofta samanbera okkum við?

 

3. Verður tann nýggi psykiatriski depilin bygdur soleiðis, at vit fáa eina barna og ungdómspsykiatriska deild burturav, ella verða børn heilt niður í tíggju ára aldur framhaldandi innløgd á tí vaksinpsykiatrisku deildini á Landssjúkrahúsinum?

 

Í viðmerkingunum til munnliga fyrispurningin sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, at sum er, so stendur hetta økið fyri stórum avbjóðingum. Børn heilt niður í tíggju ára aldur, liggja innløgd á vaksinpsykiatrisku deild í fleiri mánaðir og summi hava frá 12 ára aldri haft fastan bústað har í fleiri ár.

 

Hetta, at børn liggja innløgd á eini psykiatriskari deild, er óhoyrt í t.d. Danmark. Har verður eitt barn undir ongum umstøðum innlagt á eina slíka deild. Og tað hevur sjálvandi eina orsøk. Børnini blíva sera bangin, tí tað er ógvusligt at verða innlagdur á einari slíkari deild, har fólk hava alskins svárar sálarligar sjúkur. 

 

Hetta er eisini brot á altjóða Barnarættindasáttmálan, har sagt verður, at eitt menniskja/barn hevur m.a. rætt til eina nøktandi sjúkraviðgerð.

 

At enda sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at henda óhepnað støða við vantandi barnarættindum kunnu vit ikki liva við sum tjóð.

 

Vit muga ikki venda tað blinda eyga til hesa álvarsligu støðu.


RN


Aftur