Pensionistar skulu knokkroytast

31. oktober 2017


Rappenskrallupolitikkurin í landsstýrinum verður skjótt almannakunngjørdur


Illgrunin, sum nógvir pensiónistar í eina tíð hava havt á okkara sitandi landsstýrið í sambandi við pensjóns-nýskipanaruppskotið, sum almenningurin ikki má vita nakað um enn, tykist nærkast veruleikanum.

 

Tað mest ótrúliga við hesum er, at eingin má vita nakað um uppskotið, sum landsstýriskvinnan við almannamálum um hendi, Eyðgunn Samulsen úr Javnaðarflokkinum, situr og baksast við saman við øðrum.

 

Okkurt annað enn at leggja á pensionistar og okkara súrt samanspardu pensión mátti landsstýriskvinnan fingið tíðina at gingið við, meðan hon situr við væl poleraða skrivstovuborðið.

 

Tað eru longu nógv ár liðin, síðani eg fyrst ferð hoyrdi eitt graml frá einum fulltrúa í landsstýrinum, at um hann var landsstýrismaður við almannamálum, fór hann beint eftir verandi pensiónsskipan og fekk hana endavendað og skerdað.

 

- Gott at hesin ikki situr í landsstýrinum, hugsaði eg tá, tí so var hansara tíð sum politikkari tald.

 

Sami persónur hoyrdi, mær vitandi, ikki til í Javnaðarflokkinum, sum annars er flokkurin, ið hevur havt fólkapensiónina sum sítt hjartamál. Javnaðarflokkurin var jú flokkurin, sum saman við eini einstakari sambandsatkvøðu á sinni fekk fólkapensiónina trumfaða ígjøgnum í løgtinginum.

 

Rappenskrallur fúka í flint

Tað er verri enn so altíð, Kringvarp Føroya er nakað at rópa hurra fyri. Tíbetur kundi Bogi Godtfred, journalistur, bøta um hetta, tá hann í Degi og Viku fyri tveimum vikum síðani avdúkaði nakað av tí, sum landsstýrið í allari ”hemmiligheit” hevur sníkt inn í pensións-nýskipanaruppskotinum.

 

Dagin eftir, ella kanska longu sama kvøld, fuku tær báðar Eyðgunn Samuelsen, almannaráðharri, og Kristina Háfoss, fíggjarmálaráðharri, í flint. Sum rappenskrallur poppaðu tær upp úr eini felags gandaeskju og funnust at tí, sum Dagur og Vika hevði borið fram. Sambært teimum vóru tíðindini grundað á misskiljingar.

 

At KvF-tíðindini eru grundað á misskiljingar, ivist eg í. Tvørtur ímóti. Eg trúgvi meiri Boga Godtfred og tí, hann visti at siga frá sambært sínari keldu, enn eg trúgvi landsstýrisfólkunum báðum.

 

Nógvir pensionistar gjørdust skakkir hetta sama Dag og Viku-kvøld, tá loyniætlanin at taka pensiónsgrundupphæddina frá  pensionistum, sum hava verið so framskygnir at leggja eitt ein part av lønini til síðis, fyri at tryggja sær aldurdómin.

 

Tað var tí uppá sítt pláss, at formaðurin í Landsfelag Pensjónista, Arni Thorsteinsson, í Degi og Viku kvøldið eftir, 20. oktober, slapp framat skíggjanum við sínum viðmerkingum um fjaldu dagsskránni hjá Eyðgunn Samuelsen í sambandi við pensjóns-nýskipanaruppskotið.

 

Aktuella bókin ”Sult”

Eftirsum landsstýriskvinnurnar vilja hava tíðindamiðlar at bíða við at gita, hvat stendur í pensjóns-nýskipanaruppskotinum, inntil málið verður lagt alment fram, skal ikki undra meg, um tað tá verður skrumblað ígjøgnum í løgtinginum, í sínum fulla orðaljóði. Umberingin tá verður hin sama gjøgnumtugda, at tíðin er so knøpp, og málið hevur skund.

 

Óteljandi dømi eru um tað.

 

Í sambandi við knokkroyting av føroyskum pensionistum undir hesum landsstýri kom eg at hugsa um bókina ”Sult” hjá norska rithøvundanum, Knut Hamsun (18531952). Danski filmsframleiðarin Henning Carlsen gjørdi forrestin í 1966 ein áhugaverdan film yvir somu bók.

 

Høvuðspersónurin er ógvuliga illa fyri vegna svongd og peningatrot. Í síni neyð selur hann alt. Tað, sum ikki kann seljast, roynir hann at pantseta. Eisini knapparnar í frakkanum hjá sær skræðir hann úr og roynir at pantseta. Tá hetta ikki letur seg gera, er einasta loysnin at byrja at knaga fingrarnar á sær sjálvum fyri t fáa mettuna

 

Tað má roynast. So tað ger hann.

 

Hann er so gorhungraður, hevur einki etið í fleiri dagar, at heilin av og á snýtir hann. Pínan er ólíðilig. Sárið vil ikki lekjast. Hann gongur við innbundnum finguri í langa tíð. 

 

Eitt álvarsmál

Knut Hamsun skrivaði ”Sult” í 1890. Neyvan man hann hava hugsað, at bók hansara fór at gerast aktuel í føroyskum høpi í 2017, tá Javnaðarflokkurin legðist á fólkapensiónina, sum hann sjálvur var við til at seta í gildi.

 

Hetta er nakað av tí sama, ið vit hava í væntu, tá pensjóns-nýskipanaruppskotið verður lagt fram einaferð í hesum mánaðinum.

 

Eg ivist onga løtu í, at landsstýriskvinnan við almannamálum heldur, at hetta eru gitingar, eg komi við og sum, eins og Kringvarpstíðindini fyri tveimum vikum síðani, er grundað á misskiljingar. 

 

Hartil er at svara: Ja, tað eru gitingar, soleingi tit í landsstýrinum í loyndum fonglast við álvarsmál, ið hevur við allar føroyskar pensionistar at gera.

 

Beate L. Samuelsen

nevndarlimur í Landsfelag Pensjónista


RN


Aftur