Føroyingar víst flaggið í Moskva

1. november 2017


Føroyingar vórðu sera væl móttiknir av russum í Moskva á stórari altjóða ráðstevnu um búskaparliga og sosiala menning. Fleiri russarar vistu væl um Føroyar og hildu nógv av føroyingum. Á ráðstevnuni luttóku Reidar Nónfjall og Magni Laksáfoss. Magni Laksáfoss legði samstundis fram vísindaliga grein um eitt sera nógv umrøtt evnið í Føroyum, nevniliga samanhangið millum búskaparvøkstur og fólkavøkstur


Búskaparvøkstur og fólkavøkstur í Føroyum

Í Føroyum hevur nógv kjak verið seinastu árini um, hvussu vit kunnu skapa fólkavøkstur og búskaparvøkstur í samfelagnum. Magni hevur, bæði sum politikari og sum granskari hjá Syntesa, luttikið í hesum kjakinum og hevur víst á tørvin á vinnuligari menning, eitt nú at vit eiga at skipa eitt vinnuforum og við vakstraravtalum, sum kunnu menna vinnuna og skapa nýggj arbeiðspláss.

 

Í hesum sambandi fekk Magni Laksáfoss á altjóða ráðstevnu í Moskva høvið at framleggja nøkur av sínum granskingarúrslitum - ein ráðstevna, sum varð fyrireikað av Russian State Social University, University North and Faculty of Management University of Warsaw.

 

Heitið á framløguni / fyrilestrinum: Linking Demography and Economy and Determining Piovotal Events in the Economic Development.

 

- Magni Laksáfoss greiðir frá, at tað er alneyðugt støðugt at søkja sær nýggjastu vitanina um, hvussu samfelagið er skrúvað saman og hvussu tað kann mennast.

 

- Við at granska og søkja sær nýggja vitan innan ymisk samfelagsøki, kann vitanin um hvørju bestu loysnirnar eru fyri samfelagið støðugt gerast betri og hetta kemur sera væl við, tá bestu politisku loysnirnar skulu finnast fyri okkara samfelag. Á henda hátt ganga granskingin og politiska arbeiðið upp í eina hægri eind, sum kemur samfelagnum til góðar.

 

Framløga á ráðstevnuni

Til ráðstevnuna skrivaði Magni Laksáfoss eina vísindaliga grein, sum bleiv gjølliga eftirkannað, av tveimum óheftum altjóða viðurkendum professarum, áðrenn hon bleiv góðkend til framløgu. Hetta fyri at trygd skuldi vera fyri, at hon leyk øll krøv á altjóða stigi.

 

Á ráðstevnuni varð greinin løgd fram og har bleiv lagt til merkis tey granskingarúrslit, sum Magni legði fram um samanhang millum búskap og fólkavøkstur. Fleiri granskarar vístu áhuga í einum tættari fakligum samstarvi og ynsktu at fáa meira at vita um innihaldið í hansara gransking.

 

Beint sum framløgan var av, reisti russiski professarin, Marina Nevskaya, seg upp, vendi sær móti fjøldini og rósti føroysku greinini - hesa skuldu tey lesa og leggja sær í geyma, tí henda var ein fyrimynd fyri altjóða gransking.

 

- “Hetta var ein góð løta. Tað er altíð hugaligt at fáa viðurkenning fyri sítt arbeiði”, sigur ein glaður Magni Laksáfoss. Víðari sigur hann, at tað eisini var stuttligt at síggja føroyska flaggið millum hini fløggini í stóra salinum, har framløgurnar vórðu hildnar.

 

Rósandi orð frá russarum um føroyingar

Tað kom annars greitt fram í prátinum við hinar luttakararnar, at fleiri av russisku fyrireikarunum og luttakarunum kendu væl til Føroyar og føroyingar. Eitt nú nevndu teir tann vælsmakkandi føroyska laksin, sum var komin fyri norska laksin, eftir at ES/Russland-boykottið var komið. Eisini kendu fleiri væl til føroyska fótbóltslandsliðið, sum teir hildu vera eina góða og virðiliga umboðan fyri føroysku tjóðina.

 

Samanumtikið var talan um eina hjartaliga og deiliga móttøku á eini góðari ráðstevnu í Moskva.

 

Sambandsflokkurin

 

Mynd 1 - høvuðsmynd í erva: Reidar Nónfjall, floksskrivari og samskipari í Sambandsflokkinum, Darko Tipuric, professari í búskaparfrøði í Zagreb - Kroatia og Magni Laksáfoss, granskari og løgtinglimur, í práti á ráðstevnuni í Moskva

 

 

Mynd 2: Magni Laksáfoss leggur fram vísindaliga grein í Moskva

 

 

Mynd 3: Magni Laksáfoss og Marina Nevskaya í práti í steðginum eftir framløguna hjá Magna

 

 

Mynd 4: Fólk á veg inn í salin, har Magni Laksáfoss helt  fyrilestur


RN


Aftur