Hví er føroyska sjúkrahúsverkið endað í verandi truplu støðu?

23. november 2017


Vit hoyra javnan um trupulleikar í føroyska sjúkrahúsverkinum við m.a. læknamangli, longum bíðilistum og vantandi játtanum. Okkara sjúkrahúsverk haltar afturút og stríðist við at halda eitt trygt og dygdargott viðgerðarstøði, sum kann samanberast við okkara grannalond - tí muga politisk tiltøk setast í verk skjótast til ber. Støðan er vorðin ótolandi og er ikki nøktandi fyri eitt nútímans vælferðarsamfelag. Men hvat er veruliga orsøkin til hesar trupulleikar?


Felagsmál endurrindað av danska statinum

Fram til 1988 var galdandi ein skipan millum Føroyar og Danmark, sum kallaðist ein refusiónsskipan, har danski staturin endurrindaði Føroya Landsstýri eftir staðfestum útreiðslum á teimum økjum, sum ikki vóru yvirtikin sum sermál.

 

Hetta var m.a. galdandi fyri sosialmál, skúlamál og heilsuverkið, íroknað sjúkraviðgerðir uttanlands. T.v.s. føroyingar fingu fult endurgjald fyri sjúkraviðgerðir í Danmark, herundir serliga á Ríkissjúkrahúsinum.

 

Sostatt tryggjaði danski staturin øllum føringum somu sjúkraviðgerð, sum galdandi var fyri allar aðrar danskar statsborgarar í danska Ríkinum. Talan var sostatt um eitt slag av viðgerðartrygd fyri allar føroyingar við hesari skipan.

 

Broyting kemur í við blokkskipanini

Í 1988 var prístalsviðgjørda blokkskipanin sett í gildi fyri Føroyar, sum í sjálvum sær ikki á nakran hátt var ein skerjing av fíggjarliga stuðlinum ella rættindum føroyinga til sjúkraviðgerð í Danmark.

 

Munurin var tó, at nú fingu føringar fíggjarliga stuðulin sum ein blokk, sum í prinsippinum kundi brúkast soleiðis, sum vit sjálvi vildu, t.v.s. at peningur, ætlaður til heilsuverkið og sjúkraviðgerðir uttanlands, í staðin kundu blíva brúktir til vegir, tunlar, havnir og økta almenna umsiting - t.v.s. broyttar politiskar raðfestingar.

 

Í 1998 hevði hetta havt við sær, at føroyska heilsuverkið samlað hevði fingið eina heila milliard krónur minni játtaða í hesi 10 árini, í mun til, um refusiósskipanin framvegis var galdandi, sambært útrokningum hjá Hera Mohr, fyrrv. gjaldstovustjóra.

 

Sostatt vórðu í miðal 100 mió. kr. árliga - ætlaðar heilsuverkinum - brúktar til annað endamál í hesum tíðarskeiði, og neyvan hava viðurskiftini verið nógv øðrvísi eftir 1998.

 

Avleiðingar av egnum raðfestingum og loysingarpolitikki

Henda nýggja skipan hevði so eisini við sær, at føroyskir loysingarpolitikarar fóru at fortelja føringum, at vit sjálvir skuldu gjalda sjúkraviðgerðir uttanlands, hóast veruleikin var, at vit rindaðu hetta við peningi, sum danir lótu okkum júst til hetta endamál. Og so byrjaðu teir at skera niður upp á sjúkraviðgerðir uttanlands - og viðgerðartrygdin dettur so líðandi burtur.

 

Í 2002 ger tásitandi loysingarsamgongan av, at blokkurin ikki longur skal prístalsviðgerast, men fastfrystast á táverandi støði. Hetta hevur sjálvandi tað við sær, at tann partur av blokkinum, sum er ætlaður til heilsuverkið, ikki klárar at fylgja við teimum skjótt vaksandi útreiðslunum til júst hetta økið, orsakað av nýggjari tøkni og viðgerðarmøguleikum, sum tekur størri og størri dik á seg, sum tíðin líður.

 

Eisini tekur tásitandi samgonga ta katastrofalu avgerð, at skerja blokkin við 366 mió. kr. árliga og hvørt ár framyvir við at yvirtaka almanna forsorg og skúlaverkið. Hetta hendir, meðan vit eru á búskaparliga aldutoppinum - men ein og hvør veit, at aftan á aldutoppin kemur aldudalurin.

 

Og júst tá ið aldudalurin kom, manglaði peningur í og holið gjørdist enn størri, sum blokkurin skuldi fylla, og m.a. heilsuverkið skuldi lata sín part til at fylla hetta hol.

 

Skipanin fer av sporinum

Í staðin fyri at lata patientin fáa sína viðgerð skjótt og gott á tí viðgerðarstaði í danska Ríkinum, sum hann sambært ríkisrættarligu støðu sínari hevur rætt til, so fer føroyska heilsuverkið, illa spert av fíggjarligum niðurskurði, undir at drála við viðgerð av patientum, til nóg nógvir eru savnaðir saman til tað fíggjarliga kann loysa seg at fáa serfrøðing til Føroya at kanna hesar patientar.

 

Hetta hevur við sær bíðitíð í mánaðir og ringasta føri ár, áðrenn viðgerðarætlan kann leggjast - og neyvan eru allir patientar vorðnir frískari í bíðitíðini.

 

Henda gongdin hevur við sær minni lívsgóðsku fyri patientin og avvarandi, í ávísum føri katastrofalar avleiðingar og í ringasta føri, at hesin ikki yvirlivir. Um ein uppgerð bleiv gjørd, hvat hetta kostar føroyska samfelagnum, er spurningurin, um hetta ikki kostar okkum ørandi upphæddir?

 

Og tann stóri spurningurin er, um okkara politikarar við verandi skipan ikki hava roynt at forhandla sjúkraviðgerðarmøguleikarnar burtur fyri føroyska patientin? Men hvussu letur hetta seg gera við tí trygd, sum Ríkisfelagsskapurin eigur at geva okkum?

 

Veit um patientar, sum hava verið so mikið væl fyri, at teir hava sett hart móti hørðum mótvegis hesi viðgerðarskipan og hava fingið sín vilja ígjøgum og komnir undir sjúkraviðgerð uttanlands beinanvegin. Hví? Man tað ikki vera tí, at teir eiga henda rætt í kraft av Ríkisfelagsskapinum? Men tað eru ivaleyst ikki allir patientar, sum hava orku til at krevja henda rætt.

 

Politiska skipanin má broyta gongdina

Tað er ein politisk uppgáva framyvir at uppraðfesta sjúkrahúsverkið við neyðugum játtanum og so mikið, at vit innheinta alt tað, sum farið er av sporinum.

 

Stendur henda gongdin við, verður tað Føroya fólk og patienturin, sum kemur í alt størri mun at líða undir støðuni - og tað kann ikki góðtakast í einum nútímans vælferðarsamfelagi.

 

Johan Petersen


RN


Aftur